Nú ber aftur til at søkja um útoyggjastuðul

Nú ber aftur til at søkja Umhvørvis- og vinnumálaráðið um stuðul til tiltøk, sum virka mennandi fyri útoyggjar

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1,1 milliónir krónur.

Útoyggjarnar, ið koma undir hesa skipan eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Mykines, Hestur, Koltur, Skúvoy og Stóra Dímun.

Í 2019 fingu hesar verkætlanir útoyggjastuðul:

  • Útoyggjafelagið 260.000 kr.
  • Umvæla høli at fletta í. Hattarvík 25.000 kr.
  • Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík 50.000 kr.
  • Bakkalon í Hattarvík 30.000 kr.
  • Myndir og staðarnøvn á útoyggj 25.000 kr. til treytirnar eru loknar
  • Cafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy 40.000 kr.
  • Bátasavn í Svínoy 35.000 kr. til treytirnar eru loknar
  • Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy 50.000 kr. til treytirnar eru loknar
  • Torvhús í Svínoy 30.000 kr.
  • Upplivingarsetur í Svínoy 30.000 kr.
  • Spælipláss við skýlið/bíðistað til ferðafólk í Svínoy 20.000 kr.
  • Turka skinkur og ostar á Trøllanesi 10.000 kr.
  • Broyta eitt gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi 50.000 kr.
  • Kaffistova í Mikladali 30.000 kr.
  • Ístandsetan av roykstovuni í Uttarstovu í Mikladali (Húsið hjá kópakonuni) 25.000 kr.
  • Fjós og sláturhús í Mykinesi 60.000 kr.
  • Endurbyggja svimjihylin í Mykinesi 25.000 kr.
  • Vernd av lundanum í Lamba í Mykinesi 25.000 kr.
  • Ferðavinnudepil í skúlanum í Mykinesi 50.000 kr.
  • Skúvoyar kommuna og Skúvoyar Bygdarsavn, alment vesi 35.000 kr.
  • Skúvoyar Bygdarsavn, varðveitan av fuglaveiðuútgerð 45.000 kr.
  • Hjá Ingu Ból og biti, Skúvoy 30.000 kr.
  • Mentanardagur í Hesti 20.000 kr.
  • Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús 30.000 kr.
  • Menning av sterkum løgi úr kolorabi- og majrótum – Dímunargarðurin 70.000 kr.