Nú ber til at fáa kannað kolesterol og blóðtrýst

Hósdagin og fríggjadagin skipar Hjartafelagið fyri blóðtrýst- og kolesterolkanningum í Tórshavn har øll kunnu vera við. Mikukvøldið verða fyrilestrar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum

Hjartafelagið er felag, ið m.a. hevur til endamáls at geva fólki í Føroyum leiðbeining um at liva soleiðis, at sjúkur sum eitt nú æðrakálking gera sum minst um seg. Hetta tí at sjúkur í hjarta og blóðrensli gerast alt vanligari - eisini her í Føroyum.


Fleiri doyggja

Til dømis er hjartasjúka orsakað av æðrakálking tíverri so vanlig í okkara samfelag, eins og í øllum vesturheiminum, at meira enn helvtin av teimum monnum, sum doyggja 40-60 ára gamlir, doyggja av hesi sjúku. Sjúkan vísir seg sjáldan fyrr enn um 40 ár aldur.

Hjá fólki undir 50 ár er lutfallið millum kynini soleiðis, at átta mannfólk gerast sjúk fyri hvørt konufólk, og ikki fyrr enn umleið 65 ára aldurin er títtleikin tann sami hjá báðum kynum.

Mannfólk gerast við øðrum oðrum sjúk av æðrakálking fyrr enn konufólk. Hjá konufólki kemur sjúkan sjáldan fyrr enn um 50 ára aldurin, t.v.s. ikki fyrr enn eftir skiftið (klimakteriið).


Varandi brek

Sum nevnt doyggja nógv fólk í besta aldri av hesi sjúku og tey, ið koma undan, verða brekað á ymsan hátt restina av lívinum. Í nógvum førum ber til at bøta um fylgjurnar av æðrakálking við heilivági ella skurðviðgerð, men brekini lekjast ikki aftur.

Við tí, sum vit vita nú um hesa og aðrar sjúkur, mugu vit royna at fyribyrgja teimum, og tað krevur at vit øll fáa kunnleika um sjúkurnar og nýta hesa vitan við skili og ábyrgd. Vit vita enn ikki um veruligu orsøkirnar til allar sjúkur, men vit vita, at ávísar umstøður vaksa um vandanum fyri at fáa tær.


Tiltøk í Havn ? almennir fyrilestrar

Og hesar umstøður roynir Hjartafelagið at greiða frá á ymsan hátt. M.a. við fyrilestrum og við kanningum av blóðtrýsti o.ø. Felagið hevur skipað fyri fleiri slíkum tiltøkum kring landið. Byrjað varð í Tórshavn í 1988 og nú, tíggju ár seinni, verður so aftur serstakt tiltak í Havn

Mikukvøldið 28. oktober klokkan 19.30 halda Heðin Thomsen, yvirlækni, og Mariann Patursson, kostráðgevi, almennar fyrilestrar í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Heðin Thomsen fer at greiða frá ymsum um hjartasjúkur og frá úrslitunum av kolesterolkanningunum hjá Hjartafelagnum, meðan Mariann Patursson fer at halda fyrilestur um ?kost og heilsu?. Umframt hetta fer Ingelise Sørensen, fysioterapeutur, eisini at greiða frá um venjing og rørslu hjá fólki við hjartatrupulleikum.

Aftaná fyrilestrarnar verður høvi hjá fólki at seta fyrilesarunum spurningar.


Blóðtrýsmátingar fyri øll

Hósdagin 29. og fríggjadagin 30. oktober skipar Hjartafelagið so fyri tiltaki í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum har øll, ið hava hug til tess, kunnu fáa mált blóðtrýst umframt kolesterol- og sukurinnihald í blóðinum.

Eisini verða kostrágevar at hitta og víst verða dømi um hvussu kostsamanseting kann vera, um ein leggur dent á heilsugóðan kost. Somuleiðis verður høvi at tosa við fysioterapeut um eitt nú venjing, afturvenjing, rørslu og motión.

Tað eru fólk úr Hjartafelagnum og frá heilsuverkinum, ið nýta frítíð sína at gera hesar kanningar.

Øll eru vælkomin at vera við í kanningunum, og er í hesum viðfangi opið í veitsluhøllini frá klokkan 10 fyrrapart til klokkan 18.

Í samband við tiltakið verður kaffeteriað á Landssjúkrahúsinum opið.