Nú brennur í báðum endum

Við trimum umførum eftir, er at kalla einki avgjørt í Formula-deildini. Dómararnir komu í fokus, tá B36 vann sær fyrimun fram um Skála og HB. Og í botninum bendir alt á ein sannan gysara, tá VB skal á Sevmýri næst seinasta umfarið

Formula-deildin, 24.umfar

Trýsið á spælarar, venjarar og dómarar tykist bara økjast fyri hvørt umfarið, sum fer í Formula-deildini. So tætt, sum liðini liggja í báðum endum, tykist hvørt tað einasta mistak at fáa avgerandi ávirkan, og í so máta var 24. umfarið einki undantak.
Á Eiði vóru heimamenninir í øðini, tí teir ikki fingu brotsspark, tá tað stóð á jøvnum 1-1. Sýtanin hjá dómaranum at lýða hesi boðini fekk somikið nógva øði í heimaliðið, at eitt reytt kort eftirfylgjandi varð havt á lofti. Og so fekk B36 fyrimunin, sum at enda gav úrslit í brotssparki til 2-1 og trý sera týdningarmikil stig.
Sjónvarpsmyndirnar sýndu tó, at talan helst ikki var um brotsspark, tá bólturin støkk í økslina á Pól Thorsteinsson. Men tær sýndu eins náðisleyst, at tað ikki kundi vera nakar sum helst ivi í rættleikanum av teimum protestum, sum Skála førdi fram, tá dómarin ikki vildi geva teimum brotsspark móti endanum av fyrra hálvleiki. Tá var Skála á odda 2-1, og kundu teir tá økt um leiðsluna við brotssparki, er væl hugsandi, at talan varð um trý stig heldur enn eitt, og at Skála tá framvegis hevði verið oddaliðið í deildini.
Og heldur ikki í Havn slapp dómarin úr dystinum uttan mótmæli. Í øllum førum vildu vágbingar vera við, at HB átti ikki brotsspark, og at seinna málið hjá meistarunum skuldi verið kollldømt. Men hóast keðiliga kameravinkulin, so tóktist tað tó vera meira enn ivasamt, hvørt heimaliðið hevði hald í hesum protestum.

Alt kann henda í toppinum
Hvussu er og ikki, so hava úrslitini enn einaferð lagt upp til ein tann mest spennandi endaspurtin í føroyskari fótbóltssøgu, har tað bæði í toppi og botni eru fleiri lið, sum standa við antin gylta møguleikanum ella svørtu hóttanini fyri framman.
Og alt bendir eisini á, at hesin spenningurin skal halda sær til seinast umfarið. Skal metast eftir pappírinum, so eru B36, Skála og HB øll favorittar í teimum báðum komandi umførunum, og so skal alt avgerast í seinasta umfarinum. Tá bresta havnarfeløgini bæði saman í Havn, og tað sendir so í øllum førum annað teirra úr stríðnum. Og so er tað altso slettis ikki óhugsandi, at ein javnleikur í grannauppgerðini kann senda gullið í føvningin á Skála. Í so máta tykist lykladysturin hjá Skála at vera á Eiði í næst seinasta umfarinum. Tó at eisini fyrsta uppgávan á Sevmýri væl kann vísa seg sum sera trupul.
B36 hevur í kraft av oddasessinum helst bestu kortini á hondini, og í øllum førum eru teir einasta liðið, sum kann avgera uttan hjálp frá øðrum pørtum. Teirra trupulleiki kann tó vera, at teir í øllum trimum eftirverandi dystunum helst skulu spæla móti feløgum, sum hava nakað at stríðast fyri.
Á triðja plássinum er HB helst tað liðið, sum stendur við veikastu kortunum undan endaspurtinum. Fyrst og fremst, so skulu teir eftir øllum at døma syrgja fyri at vinna allar sínar dystir, um teir skulu hava gullið fjórða árið á rað. Tað vil í øllum førum flyta teir upp á annað plássið, men teirra trupulleiki tykist vera, at innanhýsis dystirnir telja meira enn framúr góða málúrtøkan. Og tí skal Skála eisini missa stig, um HB enn einaferð skal kunna rópa seg meistara.

TB, VB ella GÍ
Í botninum eru tað trý lið, sum mugu sigast at vera í vanda fyri beinleiðis niðurflyting. Og hvørki KÍ ella ÍF kunnu vera heilt vís í, at tey ikki skulu spæla um plássið í deildini. Bara tann uppgávan kann í sjálvum sær verða óvanliga trupul, tí - við allari virðing fyri B71 - so hevði tað helst passað einum Formula-liði betri, um tað vóru óryndu sandoyingarnir, heldur enn rutineraðu toftamenninir, sum vóru móstøðuliðið í tveimum alt-ella-einki dystum seinast á kappingarárinum.
TB hevur leingi verið liðið, sum hevur staðið veikast á talvuni, og tað eru tvøramenninir so eisini framvegis. Men sigurin á GÍ var møguliga júst tað, sum skuldi til í bjargingarroyndini. Komandi uppgávan er heimadystur móti Skála, og treytað av, at VB ikki samstundis vinnur sín dyst móti NSÍ, verður talan tá um eina meira enn vanliga harða lokaluppgerð, har sjálv tilveran í bestu deildini væl kann standa upp á spæl.
Vágbingar kendu seg illa viðfarnar í Gundadali sunnudagin, men tað nertir ikki við veruleikan, at liðið framvegis er í álvarsligum vanda. Og verður talan ikki um sigur á NSÍ, so kann dysturin á Sevmýri gerast sannur lagnudystur. Eisini hóast VB hevur tann fyrimunin, at teir ikki longur skulu av oynni.
Seinasta liðið í reellum niðurflyingarvanda er GÍ, har púrt einki hevur riggað eftir summarsteðgin. Enn eru fýra stig at geva av, men við dystum móti liðum úr ovaru hálvu á stigatalvuni eftir, sær støðan ikki sørt hættislig út. Ikki minst, tá hugsað verður um, at sammett við TB hava gøtumenn ein verri innanhýsis roknskap.
Tann fyrimunin hevur KÍ, og tí telja teirra seks stig niður til TB í veruleikanum hálvt sjeynda. Men saman við ÍF skulu klaksvíkingarnir tó ikki kenna seg alt ov tryggar. Fær VB t.d. tveir sigrar í sínum trimum dystum, leggaj teir bæði KÍ og ÍF aftur um seg, og tí skulu tey bæði helst eisini hava ein sigur í onkrum av seinastu dystunum.