Nú byrjar summarið

Summarið byrjar av álvara, tá fremmandu ferðamannaskipini koma, og Norrøna er farin undir sína summarsigling. Norrøna kemur fyrsta túrin í summarsiglingini mánamorgunin, og á hvítusunnu kemur tað fyrsta fremmanda ferðamannaskipið

Mánadagin byrjar summarsiglingin hjá Norrønu. Tá kemur hon fyrsta túrin úr Hanstholm. Við verða umleið 300 ferðafólk og 72 bilar.

Áki Jespersen á Smyril Line sigur, at ferðafólkatalið í ár teknar til at blíva á leið tað, sum var í fjør. Í fjør flutti Norrøna 72.000 ferðafólk og 18. 200 bilar millum londini.

Siglingin byrjar heldur fyrr nú, enn hon plagdi fyrr. Í fjør varð summarsiglingin víðkað við tveimum vikum, sigur Áki Jespersen. Í ár er hon flutt eina viku orsakað av, at Norrøna skal í dokk í heyst. Siglingin byrjar, sum sagt, komandi vikuskifti og endar tann 9. september.

Tá fer Norrøna í dokk í ein mánað, áðrenn hon fer aftur í vetrarsigling við farmi.

Meðan Norrøna er í summarsigling, hevur Smyril Line leigað eitt farmaskip at sigla ta rutuna, sum Norrøna røkir um veturin. Hetta skipið eitur Tango og er størri og skjótari enn Clair, sum røkti hesa rutuna í fjør.

Ferðamynstrið er tað sama, sum tað plagar at vera við Norrønu. Føroyingar og týskarar eiga stóra partin av ferðafólkunum. Áki Jespersen sigur, at tað sær út til, at danirnir fækka eitt sindur í ár, men einki merkisvert kortini, heldur hann. Hinvegin væntar hann fleiri føroyingar. Og teir eru ofta heldur seinni at bíleggja enn onnur, so tað kann koma okkurt aftrat enn.

Herfyri fóru flogfeløgini at kappast um ferðafólkið við bíligum ferðaseðlum á ávísum túrum. Hetta hevur ikki ávirkað ferðafólkatalið við Norrønu, sigur Áki Jespersen.

Men greitt er, at ferðafólkatalið loftvegis er økt mundandi í seinastuni. Í apríl ferðaðust 21,1% fleiri ferðafólk um flogvøllin í Vágum, enn í apríl í fjør. Hesin vøksturin stendst tó ikki av tilboðunum frá Maersk Air og Atlantsflog, tí tey komu ikki í gildi fyrr enn tann 28. apríl. Men á flogvøllinum í Vágum vænta tey at fara at síggja hesi tilboðini aftur í ferðafólkatalinum komandi mánaðarnar.

Hinvegin verður flogið fleiri túrar um vikuna í ár, enn gjørt varð í fjør. Páskirnar fullu í apríl í ár. Handilsstevnan Tórrek var eisini, og tá vórðu gjørdir fleiri eykatúrar millum Ísland og Vágar. Og slíkt telur alt við, siga tey á flogvøllinum.

Eitt annað víst summartekin eru tey stóru, fremmandu ferðamannaskipini, sum koma á styttri vitjanir. Vanliga eru tey her nakrar tímar, meðan ferðafólkini gera útferðir í landinum.

Hetta tykist vera nakað, sum vindur upp á seg, sigur Mia Cameron á havnarskrivstovuni í Havn. Í ár eru 29 av hesum skipunum fráboðað, og tað er met. Eisini væntar Mia Cameron, at ferðafólkatalið verður tað hægsta nakrantíð. Í fjør vitjaðu knappliga 9.000 fólk hendan vegin við hesum skipunum. Í ár vænta tey, at talið fer at nærkast teimum 12.000 ferðafólkunum.

Tað eru fleiri gamlir kenningar millum teirra, sum hava boðað frá vitjan í summar, sigur Mia Cameron. Men eisini skip, sum ikki hava verið fyrr, eru á listanum.

Eitt nýtt fyribrigdi í hesum sambandi tykist vera, at alt fleiri av hesum skipunum seta fólk út í smáum gummibátum, sum gera ferðir undir bjørgini. Til dømis skal fyrsta skipið, sum kemur hendanvegin í summar, til Mykinesar og Vestmanna. Hetta skipið var eisini her í fjør, og tá sigldu tey millum annað inn á Hólmgjógv í Mykinesi. Og slíkar túrar ætla tey at gera aftur í summar, skilst.