Liverpool: Tottenham hevur borðreitt við ferðmiklum og spennandi fótbólti síðani Harry Redknapp tók yvir í 2008. Felagið hevur síðani Premier League tók skap í 1992 ikki megnað at liva upp til høgu vónirnar, men við Harry Redknapp á odda er vend komin í. Fyrra árið megnaði London felagið at vinna sær eitt pláss í Champions League á fyrsta sinni, og í ár er Tottenahm at finna millum tey fremstu. Men kann Tottenham kappast við oddaliðini úr Manchester, hvat sker um Harry Redknapp verður komandi enskur landsliðsvenjari og kann felagið halda fast í leikarum sum Luka Modric, Rafael van der Vaart, Gareth Bale og Emmanuel Adebayor?
Eitt gott summar
Tottenham hevði eitt gott summar í ár og tryggjaði sær leikarar sum Bard Friedel, Scott Parker og Emmanuel Adebayor, sum er leigaður fyri hetta kappingarárið úr Manchester City. Umframt tað, so megnaði felagið at halda fast í Luka Modric, sum annars var settur í samband við Chelsea.
Fyri tveimum árum síðani kláraði Tottenham akkurát at vinna sær eitt atgongumerki til Champions League, meðan tað í fjør akkurát ikki gekk. Harry Redknapp og hansara menn stóðu seg væl í Champions League, men máttu lúta fyri Real Madrid.
Tottenham hevur í nøkur ár havt ein trupulleika við at finna tann rætta málmannin. Heurelho Gomes hevur vart málið seinnu árini, men ójøvnu avrikini hava gjørt, at Harry Redknapp í summar keypti 40-ára gamla Brad Friedel. Avrikin hjá honum hava verið á einum jøvnum høgum stigi, men hetta er ikki ein langtíðarloysn.
Tað hevur eisini verið minni trupulleiki at finna røttu javnvágina á miðvøllinum, sum telur frálíkar framrættaðar leikarar sum Luka Modric og Rafael van der Vaart. Tí er tað týdningarmikið fyri Tottenham, at hava ein arbeiðshest við síðuna av teimum báðum. Í summar keypti Harry Redknapp enska landsliðsmiðvallarin, Scott Parker, og tað hevur aftur víst seg at verið ein góð loysn.
Triði leikarin, ið kom í summar, sum hevur gjørt góðan mun, er Emmanuel Adebayor. Landsliðsframherjin úr Togo er leigaður úr Manchester City. Tottenham hevur roynt seg við fleiri framherjum seinnu árini við millm annað Jermain Defoe, Roman Pavlyucehenko, Darren Bent og Peter Crouch. Allir hava sínar styrkir, men Emmanuel Adebayor tykist hinvegin hava eitt sindur av øllum. Hann er skjótur, væl fyri tekniskt og alíkavæl sterkur og hevur tí givið álopinum hjá Tottenham nakað, sum teir ikki hava havt síðani Dimitar Berbatov og Robbie Keane vóru í álopinum.
Støðan í dag
So hvat er tað sum riggar so væl hjá Tottenham í ár. Undan dystinum í gjár hevði Tottenham vunnið seks teir seinastu dystirnar í Premier League og bretskir miðlar tosa um, at Tottenham kann bjóða Manchester City og Manchester United av í ár.
Verjuparturin hongur væl saman við 40-ára gamla Brad Friedel á aftasta skansa. Kyle Walker er afturkomin eftir at hava verið útleigaður til Aston Villa í eitt ár, har hann blomstraði og er nú at finna á enska landsliðnum. Tottenham hevur nakrar skaðar í miðverjuni og Michael Dawson er langtíðarskaddur, meðan Ledley King illa klárar at spæla fleiri dystir upp í slag. Hann hevur tó spælt nógvar dystir í hesum kappingarárinum og hann ger stóran mun fyri Tottenham. Tann leikarin, ið kanska hevur tikið flest fólk av bóli er Younes Kaboul, sum hevur verið framúr í miðverjuni.
Tað er á miðvøllinum, at lykilin hjá Tottenham liggur. Mitt á miðjuni finna vit arbeiðshestin Scott Parkar og bóltsnillingin Luka Modric. Frammanfyri teir reikar Rafael van der Vaart, meðan Gareth Bale og Aaron Lennon seta ferð á á vengurinum. Hesir fimm eru allir høgt í metum hjá flestum og gevur liðnum møguleika at spæla skjótan fótbólt gjøgnum vengurnar ella byggja upp gjøgnum miðjuna við bólttryggum leikarum,
Álopið hevur verið ein trupulleiki síðani Dimitar Berbatov bleiv seldur til Manchester United, men við Emmanuel Adebayor hevur Tottenham fingið eina framherjan, sum kann skjóta yvir tjúgu mál í einum kappingarári.
Tottenham hevur í Harry Redknapp ein royndan venjara, sum er væl dámdur millum leikararnar og eisini nógv avhildin av bretsku fjølmiðlinum. Avrikini í Champions League í fjør prógvaðu eisini, at Harry Redknapp eisini kann klára seg millum teir bestu.
Seinasti møguleiki
Alt sær gott út hjá Tottenham í ár, men tað er eisini sannlíkt, at hetta er seinasta kappingarárið hjá Tottenham liðnum, sum Harry Redknapp hevur stjórnað síðani 2008. So hví er tað?
Harry Redknapp er nú komin í 60’ini og var fyri kortum innlagdur við heilsutrupulleikum. Tað er heldur ongin loyna, at Harry Redknapp hevur ein dreym um at verða enskur landsliðsvenjari. Fabio Capello hevur endaliga boðað frá, at hann gevst sum enskur landsliðsvenjari eftir EM endaspælið í summar og tí kundi tað væl hent, at Harry Redknapp komandi kappingarár ikki er Tottenham venjari, men enskur landsliðsvenjari.
Brad Friedel hevur vart málið í ár og tað hevur skapt ein tryggleika í verjuni, sum Heurelho Gomes ikki megnaði við sínum ójøvnu avrikum. Aldurin talar fyri, at amerikumaðurin í Tottenham málinum ikki spælir nógv meiri enn hetta kappingarárið afturat. Tí skal Tottenham til at finna ein góðan avloysara og tað er ikki bara sum at siga tað.
Undan hesum kappingarárinum var líka við, at Luka Modric endaði í Chelsea. Í fyrsta dystinum í ár bar Luka Modric seg undan at spæla, tí hann ikki metti at hann var førur fyri at spæla orsaka av øllum tosinum um at skifta felag. Tottenham kláraði at halda fast í lítla miðvallarinum í summar, men tað verður torført komandi summar um hann ynskir at sleppa vekk.
Tað er eisini stórur áhugi fyri Gareth Bale. Serliga Barcelona hevur eitt vakið eyga við vinstra beinta walisanum. Tað eru fá feløg, ið hava megnað at hildið Barcelona frá at keypa ein leikara, sum teir vilja hava. Spyr bara Arsene Wenger og Arsenal um tað í samband við søluna av Cesc Fabregas.
Tottenham hevur leigað Emmanuel Adebayor úr Manchester City og tá hetta kappingarárið er liðugt, so hevur núverandi oddaliðið aftur rættindini til framherjan. Tað skuldi verið líka til hjá Tottenham at keypt hann tá, men lønin hjá honum er áleið tvífalt so høg, sum hon er hjá nøkrum øðrum í Tottenham. Í løtuni betalir Tottenham bara helmingin av lønini hjá framherjanum. Tað er ósannlíkt, at felagið hevur ráð at gjalda so nógv í løn til ein leikara. Tað er somuleiðis ósannlíkt, at Emmanuel Adebayor góðtekur eina lønarlækkan upp á áleið 50 prosent fyri at skifta til Tottenham.
CL er avgerandi
Í løtuni bendir nógv á, at Tottenham verður í Champions League komandi ár, men kappingin er ikki komin í helvt enn. Tottenham megnaði ikki at koma í Champions League í ár og skuldi tað hent, at teir heldur ikki verða tað komandi kappingarár, so verður ringt at yvirtala menn sum Luka Modric, Rafael van der Vaart og Gareth Bale at blíva verandi í felagnum, um stórfeløg kring evropa koma og banka uppá, umframt at tryggjar sær Emmanuel Adebayor eftir núverandi kappingarár.
Tottenham arbeiður eisini fyri, at útbyggja White Hart Lane ella byggja nýggjan leikvøll, ið skal gera felagið kappingarført við millum annað Manchester United og Arsenal, sum hava væl størri leikvøll.
Tottenham arbeiðir millum annað fyri at yvirtaka Olympiska leikvøllin, sum verður nýttur til OL leikirnar í London komandi summar. Hetta tykist tó ikki fara henda, men tað er greitt, at Tottenham má hava ein størri leikvøll um felagið skal halda fram við at kappast millum tey bestu.
Síðsti dansur
Tottenham viðhaldsfólkini njóta í løtuni ferðmikla og spennandi fótbóltin hjá Harry Redknapp og hansara monnum, men er tað bara upp á lánta tíð? Verður Harry Redknapp enskur landsliðsvenjari og Luka Modric og Gareth Bale verða seldir, meðan Emmanuel Adebayor ikki kemur aftur, so skal Tottenham aftur til at byggja upp og tað kann koma at taka tíð.
Hinvegin, so er tað eisini ein møguleiki, at Tottenham heldur fram við góðu gongdini og bjóðar av í oddastríðnum, og Harry Redknapp heldur fram sum venjari, umframt at Luka Modric og Gareth Bale taka eitt tørn afturat í felagnum saman við Emmanuel Adebayor.
Tottenham tapti í gjár móti Stoke, men sigast skal at teir vóru meir enn óhepnir við dømingini, nakað sum Harry Redknapp heldur ikki var seinur at viðmerkja eftir dystin.
Dysturin var spældur við fullari ferð og var sera hendingaríkur og spennandi – akkurát sum vit kenna Tottenham best.
Restin av hesum kappingarárinum og komandi summar, koma at hava ein avgerandi leiklut um vit framvegis koma at síggja Tottenham í saman stíli í framtíðini.