Eitt sterkt lágtrýst í ein útnyrðing úr Bergen fer spakuliga í ein landnyrðing og fyllist. Vestan fyri lágtrýstið streymar køld polarluft við vetrarælum inn yvir Føroyar av norðri. Frá sunnudegnum liggur lágtrýstið mest sum í stað millum Føroyar og vesturnoreg og fyllist spakuliga, og vindurin av norðri minkar. Týsdagin nærkast sum frá líður eitt brúgvalag við regn av vestry og mikudagin liggur brúgvalag allarhelst í stað yvir Føroyum.
Í dag
Hvassur vindur upp í stormav norðri og útnyrðingi, 15 til 22 m/s, í hvirlunum kolandi stormur, 30 m/s. Sum dagurin líður makar hann vindin og í kvøld verður strúkur í vindi upp í skrið av norðri og útnyrðingi, 11 til 17 m/s, í hvirlunum upp í storm, 23 m/s. Framvegis skýggjað og okkurt kavaæl, møguliga vátaslettingur ella regn. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Um náttina makar hann vindin longur, í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 9 til 16 m/s. Framvegis skýggjað og vetraræl og hitin millum frostmarkið og 3 kuldastig.
Í morgin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Alt samdøgrið samdrigið og framvegis ælaveður, mest vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig.
Sunnudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s. Alt døgnið samdrigið og æalveður, regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Mánadagin
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 m/s, sum út á dagin makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, og um náttina niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s. Samdrigið og okkurt æl, regn ella vátaslettingur, men um náttina yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 5 stig, um náttina niður í 2 kuldastig í støðum
Týsdagin
Lot til gul at útsynningi, 2 til 5 m/s, sum frá líður snarar hann í ein sunnan og landsynning og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 4 til 9 m/s. Fyrst turt og sólglottar, seinni skýggjað. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s, seinni snarar hann væntandi vestur um og makar vindin. Fyri tað mesta samdrigið og sum frá líður regn, í støðum møguliga vátaslettingur. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 7 m&s, sum frá líður hækkar hann í ein norðan og øtlar vindin um náttina í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Fyri tað mesta samdrigið og stundum regn og í støðum vátaslettingur, men um náttina klárar í. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig, um náttina frost í støðum.