Nú er Bill pro-venjari

Bill McLeod Jacobsen hevur tikið hægstu venjaraútbúgving

Bill McLeod Jacobsen hevur í morgun tikið prógv sum UEFA Pro-venjari. Hann er bert annar føroyski venjarin, ið tekur hægstu europeisku venjaraútbúgvingina. Hin er Jógvan Martin Olsen.

- Hetta er ein góður dagur og ein varði í lívi mínum, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum hevur røkt nógv venjarastørv í føroyskum fótbólti. Hann var millum annað U21 landsliðsvenjari í 10 ár.

Bill hevur tikið útbúgvingina hjá danska fótbóltssambandinum DBU. Hon tók 18 mánaðir. Vegleiðarar hava verið Uffe Pedersen, Henrik Clausen, Peter Rudbæk og Mads K. Rasmussen.