Hóskvøldið fall B36 við æru í Sofia í Bulgaria, og í kvøld varð tað endaliga staðfest, at B36 ikki er partur av FM stríðnum, og at møguleikin hjá B36 at vinna seg í europeisku kappingina næsta summar verður umvegis steypakappingina.
Í kvøld legði B36 rygg til 2-1 tap í grannauppgerðini ímóti HB. Europahetjurnar í B36 kendust tungir, meðan teir í HB støsta partin av tíðini vóru fullir í yvirskoti og vístu stórt sjálvsálit.
Sigurin ber við sær, at HB nú er sjey stig frammanfyri KÍ, og at vegurin til FM gullið og milliónirnar í europeisku meistarakappingini er heilt breiður.
HB hevur 55 stig, KÍ hevur 48 stig og B36 hevur 40 stig.
HB vann flestu nærdystirnar, HB spælararnir vóru skjótari á fótum og í fatan, og teir vóru nógv oftari í álopum, har tað eydnaðist at samanspæla og vinna góðar støður og møguleikar, tá ið talan var um gjøgnumbrot í borðunum og um hugflogsríkt samanspæl mitt á vøllinum.
Tróndur Jensen vísti í sínum fyrsta dysti frá byrjan í ár, at hann framvegis er millum teir bestu á sentrala miðvøllinum, har hann og Mathias Nygaard vóru eyðsýndir. Heri H. Mohr og Daniel Johansen vóru skilagóðir í verjupartinum og framfýsnir og neyvir í álopspartinum, og í fremstu røð vóru Pætur J. Petersen, Dan í Soylu, innskifti Hilmar Leon Jakobsen og Adrian Justinussen støðugt vandamiklir.
Heðin Hansen og Bartal Wardum vóru tryggir í miðverjuni, og Teitur Matras Gestsson í málinum var góður bæði í verju, og tá ið hann legði upp til mál.
B36 var við til at mynda undirhaldandi grannauppgerð, og í seinna hálvleiki megnaðu teir hvítu at vera løtur í álopi. Men avrikið var ikki nóg støðugt, og spælarar, sum plaga at vera eyðsýndir í framrættaða partinum, vóru tað ikki í kvøld. Eitt nú hevði Árni Frederiksberg í vinstru stórar trupulleikar við Hera H. Mohr, og Michal Przybylski og Sebastian Pingel gjørdu ikki nógv um seg.
B36 legði seg á odda í 13. minutti. Alex Mellemgaard legði við horna innfyri úr vinstru, HB málverjin kendi bóltin vera ov uttarlaga at fara eftir, fleiri royndu at leypa upp, og tá ið bólturin datt niður, var Eli Falkvard Nielsen fyrstur á og smekkaði bóltin í málið.
HB svaraði aftur í 20. minutti. Dan í Soylu og Heri H. Mohr spældu væl saman í høgru, og tá ið Heri H. Mohr royndi seg við fløtum innleggi, stórbjargaði Símun Rógvi Hansen í B36 málinum í fyrstu atløgu, tá ið Pætur J. Petersen royndi seg, men so setti Hilmar Leon Jakobsen, sum stutt frammanundan hevði avloyst skadda Mikkel Bech, bóltin í málið.
HB legði seg á odda 2-1 í 51. minutti. Teitur Matras Gestsson royndi seg við einum av sínum tiltiknu longu og neyvu útsparkum, og B36 verjan var øgiliga lítið sannførandi, tá ið Pætur J. Petersen slapp leysur mitt fyri og setti bóltin framvið málverjanum, og tað vísti seg at verða sigursmálið.
B36 – HB 1-2 (1-1)
1-0: Eli Falkvard Nielsen 13.
1-1: Hilmar Leon Jakobsen 20.
1-2: Pætur J. Petersen 51.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Stefan Radosavljevic – Hannes Agnarsson (Ragnar Samuelsen, 70.), Michal Przybylski, Árni Frederiksberg – Sebastian Pingel.
Gult kort: Árni Frederiksberg, Erling D. Jacobsen, Sonni Ragnar Nattestad
Venjari: Jákup á Borg
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Heðin Hansen, Daniel Johansen – Pætur J. Petersen (Hørður H. Askham, 72.), Mathias Nygaard, Tróndur Jensen, Adrian Justinussen (Øssur M. Dalbúð, 90.) – Dan í Soylu, Mikkel Dahl (Hilmar Leon Jakobsen, 11.)
Gult kort: Daniel Johansen, Heðin Hansen
Venjari: Jens Berthel Askou
HB | 21 | 18 | 1 | 2 | 64 | 18 | 55 |
KÍ | 20 | 15 | 3 | 2 | 58 | 18 | 48 |
NSÍ | 21 | 15 | 2 | 4 | 43 | 16 | 47 |
Víkingur | 21 | 13 | 2 | 6 | 43 | 29 | 41 |
B36 | 19 | 13 | 1 | 5 | 55 | 26 | 40 |
ÍF | 21 | 6 | 4 | 11 | 27 | 45 | 22 |
EB/Streymur | 22 | 6 | 2 | 14 | 19 | 50 | 20 |
TB | 22 | 3 | 5 | 14 | 14 | 30 | 14 |
AB | 20 | 0 | 7 | 13 | 12 | 58 | 7 |
Skála | 21 | 0 | 3 | 18 | 15 | 60 | 3 |
Hósdagin 1. oktober
Skála - B36
Leygardagin 3. oktober
TB - ÍF
Sunnudagin 4. oktober
EB/Streymur - B36
HB - Skála
AB - NSÍ