Nú er hann forsetavalevni

Donald Trump er nú alment forsetavalevnið hjá republikanska flokkinum til forsetavalið í heyst.


Eftir einum langum undanvali, har 17 valevnir bjóðaðu seg fram, og har teir síðstu góvu skarvin yvir í síðsta mánaði, er tað nú greitt, at tað verður ríkmaðurin úr New York, ið vinnur meirilutan. Tað skrivar tíðindastovan AP.


Tíðindastovan hevur spurt seg fyri hjá nøkrum av teimum umboðunum við atkvøðurætti, ið ikki eru bundin at valúrslitunum, um hvat tey fara at atkvøða.


Kanningin hjá teimum vísir, at Donald Trump fær 1.238 umboð, ið er eitt umboð meira enn tað, ið er neyðugt fyri at tryggja plássið sum valevni á landsstevnuni hjá republikanarunum.


Harvið tykist, at allur ivi er beindur burtur um hvør verður forsetavalevnið hjá republikanska flokkinum í heyst.