Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út bókina »Døgurðabókin - hin reyða« eftir Mariu Vilhelm, lærara í Vestmanna. Maria hevur drúgvar royndir við uppskriftum í sínum dagliga arbeiði í skúlakøkinum.
Døgurðabókin - hin reyða, er framhald av grønu Døgurðabókini, ið kom út á jólum 1994 og er skipað sum hon. Dentur er lagdur á at gera heilsugóðan mat úr tilfari, ið er at fáa í øllum vanligum bygdahandlum, flakavirkjum og frá bókum. Eisini eru uppskriftirnar lagaðar soleiðis, at brúktar eru bæði føroyskar og útlendskar uppskriftir.
Í bókini eru góðar 100 uppskriftir, sum fevna um døgurðar, súpanir og omaná, umframt baking og kóking. Harumframt eru køks- og bakireglur, stutt um fitievni, ger og sukur og uppskot um samanseting av uppskriftum. Til hvørja uppskrift stendur, hvørji amboð skulu nýtast, og gjølla verður greitt frá arbeiðsháttinum.
Uppskriftirnar hóska væl í dagliga húsarhaldinum, tí tilfarið er ikki dýrt, og tíðin, ið nýtast skal til hvørja uppskrift, er ikki long. Hetta ger bókina sera nýtiliga í gerandisdegnum. Hon kann nýtast av øllum.
Eitt serligt við hesari Døgurðabókini er, at allar blaðsíðurnar eru lakeraðar, so verður slett niður á tær, ber til at turka tær ella vaska tær. Bókin hevur snyrilsrygg. Tí ber til at benda hana heilt afturav, so at hon tekur ikki so nógv pláss á borðinum.
Døgurðabókin er 146 blaðsíður. Thomas Jacobsen hevur teknað myndirnar, Per á Hædd hevur gjørt kápumyndina. Seting, umbróting og reproarbeiðið er gjørt á Hestprenti.
Bókin kostar 180 kr. í bókabúðunum.