Tvøroyrar býráð hevur sett Heidi Park í starv sum varaleiðara í barnagarðinum Mýrifípuni.
Hon er útbúgvin námsfrøðingur og hevur starvast innan barnaansingarøkið hjá Tvøroyrar kommunu síðan 2006.
Tíðarskeiðið 2015 til 2019 starvaðist Heidi Park sum námsfrøðuligur ráðgevi hjá Tvøroyrar kommunu.
Nýggi varaleiðarin byrjaði í starvinum hin 1. september og kemur at mynda leiðsluna í Mýrifípuni saman við Kari Petersen, dagstovnaleiðara.
- Vit ynskja Heidi Park vælkomnari í starvið sum varaleiðara í Mýrifípuni, siga tey í Tvøroyrar kommunu.