Nú er líkið úr Loynikrókinum eyðmerkt

- Líkið hevur ligið í sjónum í fleiri ár - uttan, at eg vil siga ítøkiliga, hvussu mong ár talan er um, sigur kanningarleiðari.

 

 

 

Norska løgreglan váttar nú, at tey hava fingið staðfest samleikan hjá líkinum og manninum, sum norski rækjutrolarin Remøy fekk í trolið fyri einum mánaði síðan, meðan teir vóru til fiskiskap í Loynikrókinum. Loynikrókurin, sum liggur tætt uppat russiskum havøki, er altjóða sjógvur.

Líkið hevur verið til kanningar á Universitetssjúkrahúsinum í Tromsø, og í dag skrivar norska Dagbladet, at líkið nú er vorðið eyðmerkt. Kanningarleiðarin hjá løgregluni í hesum máli, Ståle Luther, váttar, at líkið er av einum útlendskum ríkisborgara.

Enn hevur løgreglan ikki havt samband við avvarðandi, og tískil vilja tey heldur ikki siga, hvør persónurin er. Sambært Ståle Luther hevur norska løgreglan tikið upp samband við løgreglumyndugleikan í viðkomandi landi, og tað eru løgreglumyndugleikarnir har, sum skulu kunna tey avvarðandi.

- Vit høvdu ein varhuga av, hvør persónurin kundi vera, og tí kundu vit eisini seta fokus á leitanina eftir, hvør deyði maðurin er. Vit fingu fingramerki av viðkomandi úr útlandinum, sum vit so kundu samanbera við fingramerki á líkinum, sigur kanningarleiðarin.

Tað var hin 4. apríl, at rækjutrolarin Remøy fekk líkið av sjómanninum, sum partvís var í upploysningi, í trolið. - Maðurin hevur ligið í sjónum í fleiri ár - uttan, at eg vil siga ítøkiliga, hvussu mong ár talan er um, sigur kanningarleiðarin, Ståle Luther.