Nú er Óli í Kina

Føroyski landsliðsskiparin er til royndarvenjingar í Kina, nú landsliðsfelagarnir venja í Malaga

Yrkisfótbóltur

Í seinasta leygardagsblaðnum nevndu vit í grein um landsliðsúttøkuna, at Óli Johannesen hevði givið avboð til ferðina til Malaga.
Orsøkin til hetta var óviss, men óváttað leysatíðindi vóru tó at hoyra um, at Óli allar helst skuldi til Kina at royndarvenja.
Nú kann staðfestast, at hald var í hesum tíðindum. Romel Vokailo, sum umvegis svenska Glenn Schiller er umboðsmaður hjá Óla Johannesen váttar nú fyri Sosialinum, at Óli Johannesen í løtuni er í Kina, har hann skal royna at fáa sáttmála.
Spurdur um støðið í kinverskum fótbólti sigur Romel, at hetta er støðugt hækkandi.
- Fótbóltur er ikki tað, sum hevur havt størsta fólksliga áhugan í Kina, men hetta er nú um at broytast. Undirtøkan fyri ítróttini er nú vorðin somikið stór, at vinnulívið av álvara er farið inn í verkætlanir, og í dag er talan um munandi peningaupphæddir í kinversku deildunum, eins og kinverskar fyritøkur eisini royna at keypa seg inn í feløg ymsa satðni í Europa.
Romel Vokailo er annars sami maður, sum á sinni sendi Christian Høgna Jacobsen til royndarvenjingar í Portugal, har føroyski landsliðsleikarin tó breyt sær beinið. Um vánirnar hjá Óla fyri at fáa sáttmála, sigur hann, at tær sum heild eru góðar.
- Óli hevur nú eina viku at prógva, at hann er rætti maðurin, og hildu vit ikki, at hann hevði møguleikan, so høvdu vit so ikki sent hann yvir. Eg ivist ikki í, at fær Óli rætta stríðsviljan inn í venjingarnar hjá sær, so hevur hann góðan møguleika at standa seg. Tað er millum annað tað, sum er stóra styrkin hjá Óla, og tað eru jú styrkirnar hjá sær, sum hann fyrst og fremst skal vísa fyri kinverjum, sigur Romel Vokailo at enda.