Nú er ljós við endan á tunlinum

Leygardagin varð Norðoyatunnilin skotin ígjøgnum, og nú er niðurteljingin til fasta sambandið um Leirvíksfjørð av álvara byrjað. Maðurin, sum festi í seinasta fjúsið heldur, at hendingin leygardagin kann samanlíknast við aðrar stórhendingar í Norðoyggjum, sum tá el-verkið á Strond varð bygt, og fyrsta havnaútbyggingin í Klaksvík varð gjørd

Leygardagin var ein søgulig spreinging 130 metrar undir Leirvíksfirði. Nakað eftir klokkan fimm vóru tveir metrar av undigrundini sprongdir í luftina, og so var tunnilin úr Klaksvík til Leirvíkar sprongdur ígjøgnum.
? Hetta minnir meg aftur á stórar hendingar, sum vóru avgerandi fyri framburðin í Klaksvík. Eg vil líkna hetta saman við El-verkið á Strond, sum varð bygt í 1931 og fyrstu havnaútbyggingina í Klaksvík í 1937, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður, sum festi í senasta fjúsið.
Hann var í 80'unum heitasti fortalari fyri undirsjóvartunlinum, og fólk hildu hann vera øran at tosa um hetta.
? Tað er ótrúliga stuttligt, at hetta skuldi lukkast. Eru tað tvey projekt, sum eg eri blivin avsmurdur fyri, so eru tað Norðoyatunnilin og ídnaðarøkið við Borðoyavík, men nú er tunnilin veruleiki, og ídnarøkið fult útbygt, sigur Jógvan við Keldu.

Spenningur í luftini
Eini 200 innbodnir gestir vóru nakað fyri klokkan fimm leygardagin koyrdir inn í Norðoyatunnilin við bussum, og hóast frástøðan til seinasta skotið var stór, hoyrdist tað, og lutttrykkið frá skotinum merktist allan vegin út.
Eftir at seinastu smáir tveir metrarnir av tunlinum vóru skotnir ígjøgnum var ein móttøka frammanfyri stóru grótrúgvuna inni í tunlinum. Politikarar úr Eysturoynni gingu yvir um fyri at staðfesta, at holið var opið, so var okkurt gott at fáa frá Jákupi Ziskason, meðan Bjarni Djurholm og Dávur Reinert Hansen hildu røður.
Lagið var gott millum fólk hendan søguliga dagin, og tað var næstan elektriskur spenningur í luftini eftir at sleppa at brúka tunnilin av álvara. Tað verður væntandi í mai mánaði næsta ár.

Seta ferð á útstykking
Jógvan við Keldu, sum í 16 ár var borgarstjóri í Klaksvík, og sum nú er landsstýrismaður við innlendismálum, er sera fegin um, at Norðoyatunnilin nú er skotin ígjøgnum, og hann heldur, at talan er um eina stórhending fyri Norðoyggjar.
? Tað er so nógv spennandi undir uppsigling í Klaksvík, at hetta fer at hava við sær stóran framburð fyri Norðoyggjar. Ídnaðarøkið á Borðoyavík er útbygt, havnaøkið í Ánunum er á veg, arbeitt verður við miðbýnum, og fólk hava stóran áhuga í at fáa grundøki at byggja á.
? Nú ræður um hjá øllum norðoyingum at standa saman, og Klaksvíkar kommuna má sum eitt tað fyrsta seta ferð á útstykking til privat grundøki og til ídnaðarbygging, sigur Jógvan við Keldu.