Nú er nokk av matstovum í miðbýnum í Havn

Ikki minst er nóg mikið av hesum pitsa-matstovunum

– Nú eru tað nokk av matstovum í Miðbýnum í Havn.

 

Tað staðfesti Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð.

 

– Ikki minst er tað nóg mikið av hasum ólukku pitsa-matstovunum, sum hann ikki duldi fyri, at hann ynskti bæði niður og norður.

 

Tað er ein orsøk til, at býráðið ikki tók undir við umsitingini hjá býráðnum. Umsitingin hevði annars mælt til at lata eitt felag, sum ætlaði at gera eina indiska matstovu, fáa húsið í Tórsgøtu, sum Skyn hevur hildið til í. Ístaðin vóru tað teir báðir sniðevararnir, Guðrun og Guðrun, og Soul Made, sum fingu bygningin.

 

Tróndur Sigurðsson sigur, at tað talan eru um føroyskar sniðgevarar, og føroysk framleiðsla, sum kunnu hava nógv gott at bera miðbýnum.

 

 

Les eisini: Heldur føroyska sniðgeving heldur enn indiska matstovu í miðbýin

 

 

Bogi Andreasen er ósamdur, tí talan er um Tórsgøta, sum ætlanin er at hava til mentanargøtu burtur av.

 

Tí heldur hann, at Klippfisk og Rithøvundafelagið áttu at fingið húsini, tí tað hevði hóskað seg betri til Tórsgøtu.

 

Helena Dam á Neystabø heldur, at hugskotini hjá Boga Andreasen høvdu sampakkað væl við ætlanina at gera Tórsgøtu til eina mentanargøtu, men tá ið tað ikki vann frama, eru sniðevararnir eitt gott tiltak.

 

Tað vóru nú ikki øll, sum vóru samd í tí, tí Tórsgøta er ikki bara mentanargøta, tí har eru eisini fleiri handlar, barrir, umframt diskotek, og annað, og Marin Katrina Frýdal var ein av teimum, sum dámdu væl at vit fáa tvær nýskapandi, føroyskar fyritøkur í húsini.