Nú er ongin umbering longur

Vilja ferðafólk framvegis ikki koma til Føroya, kann alt gera tað sama

Tað er rætt at halda fast um, at tey, sum síggja eina grind, skulu boða frá henni.

 

Tað halda bæði Ingolf S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður í grindaveiðimálum.

 

Eftir lógini sum er, fáa tey, sum síggja eina grind, uttan at boða frá henni, 25.000 krónur í bót. Men í hesum døgum viðgerð Løgtingið eitt uppskot um at revsingin fyri at síggja eina grind, uttan at boða frá, skal takast av.

 

Revsingin elvt til trupulleikar fyri ferðavinnuna, tí fleiri ferðamannaskip og ferðafólk hava slept ætlanini at koma til Føroya, tí tey vilja seta seg sjálvi í vanda fyri at koma undir stóra bót, skuldu tey sæð eina grind, uttan at boða frá henni.

 

Men í hesum døgum viðgerð Løgtingið eitt uppskot um at revsingin fyri at síggja eina grind, uttan at boða frá, skal takast av.

 

Hinvegin skal sjálv fráboðanarskyldan varðveitast og  Ingolf S. Olsen heldur, at er skilagott at halda fast um fráboðanarskylduna.

 

Men nú revsingin er avtikin, skal gott hugflog til at hugsa sær, at ferðafólk fara at setast aftur av ótta fyri at bróta fráboðanarskyldina, skuldu tey komið soleiðis fyri, at tey sóu eina grind.

- Setast tey aftur kortini kann alt gera tað sama, legði hann afturat.

 

Hann sigur, at ein grund at varðveita fráboðanarskylduna, er fyri at kunna tryggja, at rakstur og dráp kunnu fyriskipast eftir forskriftunum.

 

Og fráboðanarskyldan skal eisini varðveitast fyri at staðfesta, hvussu stóran samfelagsligan týdning, grindin hevur, sigur Løgtingsmaðurin.

 

Høgni Hoydal sigur, at grindalógin hevur havt eina ótilætlað avleiðing og tað er, at hon hevur rakt ferðavinnuna.

 

Men hann heldur, at fráboðanarskyldan skal varðveitast sum ein moralsk skylda.

- Men at bróta fráboðanarskylduna, fær bara herðandi virknað, vissi tann, sum brýtur hana, eisini ger onnur brot á grindalógina, eitt núi fer at reka eina grind.

Eisini Jacob Mikkelsen, tingmaður fyri Fólkaflokkin helt, at tað er fínt, at revsingin verður tikin burtur.

Hon verður misbrúkt víða hvar, so tað tænir ongum endamáli at varðveita hana, sigur hann.