Nú er Árni bláur

KÍ váttar í kvøld, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Árna Frederiksberg

Fyrr í dag skrivaði in.fo, at tað verður heilt skjótt, at KÍ og Árni Frederiksberg fara at boða frá, at sáttmáli er undirskrivaður, sum bindur KÍ og Árna Frederiksberg at hvørjum øðrum.

Í kvøld skrivar KÍ soleiðis:

Runavíkingurin við tí gandakenda vinstra beininum, skal komandi tvey árini spæla í tí kongabláu KÍ blusuni.

Árni er kendur fyri síni neyvu innlegg og skot, har hann hevur eitt vinstra bein sum fáur. Árni dámar væl at leggja upp til mál, har hann yvir fleiri ár hevur verið róptur “assistkongurin” í føroyskum fótbólti.

Árni umboðaði barndómsfelagið NSÍ fram til og við 2018. Síðan tá hevur Árni umboð B36, og flytur nú til Klaksvíkar.

Árni er 28 ára gamal og hevur 259 dystir í bestu deildini á baki, skrivar KÍ í kvøld.

 

in.fo skrivaði soleiðis fyrr í dag

https://www.in.fo/itrottur/sport-detail/news/alopsprofilur-er-a-veg-til-klaksvikar/