Nú er Ronaldo í Føroyum

Landsliðið hjá Portugal lendi í Føroyum fyri løtu síðani - sí myndatema!

Portugisiska landsliðið lendi á flogvøllinum vesturi í Vágum og er nú komið til Føroya. Við í portugisiska hópinum er superstjørnan, sum er kosin til heimsins besta leikara tríggjar ferðir, Cristiano Ronaldo. 

 

Sum sæst á myndunum, so var ein hópur av fólki møtt upp á flogvøllinum fyri at taka ímóti portugisunum, og nokk serliga Cristiano Ronaldo, sum dagliga spælir við Real Madrid. Ronaldo var ikki meira enn komin úr flogfarinum, áðrenn hann longu varð spurdur um at skriva autografar til starvsfólk á flogvøllinum.

 

Portugisiska landsliðið er nú ávegis til Hotel Føroyar, har ferðalagið skal gista tvær tær komandi næturnar. Føroyska landsliðið býr somuleiðis á Hotel Føroyum í hesum døgum. 

 

Portugal venur í morgin á Tórsvølli, og klokkan 19.45 mánakvøldið verður ein tann størsti dysturin nakrantíð hjá føroyska landsliðnum bríkslaður ígongd.