Nú er slitið í í Gøtu. Festivaløkið fyllist við fólki, og nógv gott er eftir á skránni so sum Budam, Orca og ikki minst høvuðsnavnið, kl 1:30 tá Eivør Pálsdóttir trínir á pallin
Nú kl 22 fara víkingar at berjast fyri seinastu ferð. Kl 23:30 verður stóra sangløtan. Men áðrenn víkingarnir fara at berjast, fara Tórbjørn Jacobsen og Bill Justinussen, landstýris- og løgtingsmenn at undirhalda við sangi og røðum.