Talið av coronasmittaðum fólkum í Danmark heldur fram við at vaksa.
Í morgun klokkan 6:00 var støðan tann, at 113 fólk eru smittað við virusinum.
Tað upplýsir Styrelsen for Patientsikkerhed á heimasíðuni.
Í gjár vóru boðini, at 90 vóru smittað.
1119 fólk eru sambært Statens Serum Institutt smittað við virusinum í Danmark.
Millum tey í sóttarhaldi er ein fimtiflokkur og tveir lærarar á Malling Skole í Eysturjyllandi.
Tey eru send í sóttarhald, eftir at tveir næmingar á skúlanum eru smittaðir við coronavirus.
Virusið hevur eisini rakt aðrar skúlar, eitt nú studentaskúlan Rysensteen Gymnasium í Keypmannahavn, sum er stongdur fyribils.
Harumframt hava tvey lesandi á CBS – Copenhagen Business School – fingið staðfest smittu efitr skíðferð í Norðuritalia.
Tvey onnur lesandi, sum hav aveirð í sambandi við hesi bæði, eru í heimasóttarhaldi.
/ritzau/