Nú eru 1500 fólk meldað til

Krúnprinsurin fær fólk út at renna

Mikumorgun var Royal Run almannakunngjørt at vera í Klaksvík í summar, og sama morgun varð latið upp fyri, at fólk kunnu meldað seg til. Og nú tiltakið hevur verið alment í hálvt annað døgn, hava smá 1500 fólk meldað seg til. 

 

Tað var undir seinastu almennu vitjanini hjá krúnprinsinum í Klaksvík, at hann fekk hugskotið til at halda Royal Run í Klaksvík. Sjálvur segði krúnprinsurin sambært Tv2, at hann eina áheitan í Klaksvík. 

 

- Tey spurdu heldur leiðandi inntil, um Royal Run kundi vera í Klaksvík. Eg tók tað bara upp á orðið, segði Fríðrikur krúnprinsur sambært Tv2 mikudagin.