Tað gongur spakuliga framá í boringini av undirsjóvartunlinum, ið skal samanbinda høvuðsstaðin og Skálafjørðin.
Í seinastu dagføringina um gongdina hjá tunnilsliðnum boðar p/f Eystur- og Sandoyartunlar frá, at tað í viku 40 viku vórðu sprongdir 122 metrar frá báðum síðum.
– Í viku 40 vóru sprongdir 67 metrar á Hvítanesi og 55 metrar á Strondum. Í alt er hetta 122 metrar.
Á Hvítanesi eru nú boraðir 958 metrar og á Strondum 1.187 metrar. Samanlagt gevur tað 2.145 metrar.
Boringin á Strondum byrjaði 21. februar 2017 og á Hvítanesi 27. apríl 2017.