Fyri løtu síðan landsliðið hjá Malta á Hotel Føroyar. Malta skal fríggjakvøldið spæla móti Føroyum í Nations League kappingini. Upprunaliga skuldi landsliðið lenda í gjár, men flúgvarin mátti venda við aftur.
Nú er liðið komið vegin fram og komu á gistingarhúsið fyri løtu síðan. Tað er helst ein strika í rokningini hjá teimum, at teir ikki eru komnir til landið fyrr enn seinnapartin í dag. Malta skal venja á Argjum í dag og á Tórsvølli í morgin.
Í gjár skrivaði In.fo, at útlendskir fjølmiðlar siga, at fyrst var flogfarið seinkað nakað, tí tað hevði fingið tekniskar trupulleikar. Men so fór tað á flog á miðdegi, men tað hevði bara verið á flogi í nakrar fáar minuttir, tá ið flogskiparin gjørdi av at venda aftur, og teir lendu í øllum góðum aftur á altjóða flogvøllinum á Malta.
Mifsud er við enn
Vert er at leggja merki til, at 37 ára gamli Michael Mifsud er framvegis við á landsliðnum. Hann spælir við Birkirkara, sum tapti fyri KÍ í Europa League fyrr í ár. Hann er samlaður toppskjútti á maltesiska landsliðnum við 40 málum.
Annars er talan næstan bara um spælarar, sum spæla á Malta. Fyri uttan Andrè Schembri, sum spælir við Apollon Limassol á Kýpos, og Zach Muscat, sum spælir við Pistoiese í triðj bestu deildini í Italia.
Landsdysturin millum Føroyar og Malta verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli.
Hópurin hjá Malta:
Málverjar:
Henry Bonello (Valletta); Andrew Hogg (Hibernians); Steve Sultana (Balzan).
Verjuspælarar:
Ferdinando Apap (Victoria Hotspurs); Andrei Agius (Hibernians); Steve Borg (Valletta); Ryan Camilleri (Valletta); Michael Johnson (Balzan); Joseph Mbong (Hibernians); Zach Muscat (Pistoiese); Joseph Zerafa (Valletta).
Miðvallarar:
Johann Bezzina (Hibernians); Roderick Briffa (Gżira United); Juan Corbalan (Gżira United); Paul Fenech (Birkirkara); Ryan Fenech (Sliema Wanderers); Rowen Muscat (Valletta); Stephen Pisani (Floriana);
Áleyparar:
Andrew Cohen (Gżira United); Alfred Effiong (Balzan); Jean Paul Farrugia (Sliema Wanderers); Michael Mifsud (Birkirkara); Andrè Schembri (Apollon Limassol, Cyprus).