Týsdagin kunngjørdi løgmaður broytingarnar í miðfyrisitingini. Aðalráðini, sum vóru níggju, blivu til sjey, tá hendan samgngan tók við, og nú eru endaligu broytingarnar gjørdar, soleiðis at vit nú eisini hava sjey aðalstjórar, tá løgmansstjórin er taldur við.
? Okkara mál var at minka ráðini úr níggju niður í seks, men hetta varð so telvingin, sigur Jóannes Eidesgaard, tá vit spyrja hann, um hann er nøgdur. Í valstríðnum legði Javnaðarflokkurin dent á, at aðalráðini einans skuldu vera seks í tali.
? Vit hava tosað nógv um hetta undir samráðingunum, men semja bleiv so um hesa skipanina, sigur løgmaður.
Jóannes Eidesgaard vísir á, at hann hevði hugsað sær eitt vinuumálaráð, sum einans skuldi fáast við vinnu. Men hann viðgongur, at fiskivinnuøkið er so stórt og so týðandi, at tað óivað er rætt at varðveita Fiskimálaráðið sum eitt serstakt ráð.
Spurdur um ráðini skulu minka enn meira, sigur løgmaður, at tað verður so ikki í hesum valskeiðinum.
? Men tað er so ein prinsippiellur spurnngur, sum vit mugu taka upp, hvussu vit skipa ráðini, sigur løgmaður, sum stamstundis spyr, um tað er rætt, at tað er tann politiska kabalin, sum skal gera av talið á ráðum.
Tað sum løgmaður uttan iva sipar til, er gongdin síðani nýggju stýrisskipanarlógina.
Tá Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin skipaðu landsstýri í 1998, vaks talið av landsstýrisfólkum upp í átta. Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fingu hvør sínar tríggjar, meðan Sjálvstýrisflokkurin fekk tveir. Í 2002 misti hendan samgonga meirilutan. Miðflokkurin kom afturat, og fyri at kabalin skuldi ganga upp, vaks talið av landsstýrisfólkum upp í níggju, soleiðis at Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin fingu hvør sín landsstýrismann, meðan Tjóðveldisflokkurin fekk ein afturat.
Men løgmaður er tó ikki sannførdur um, at tað er rætt at læsa seg fastan við eitt ávíst tal av aðalráðum.
? Grannalond okkara brúka somu skipan sum vit, og har síggjast eisini broytingar í talum av aðalráðum, tá stjórnarskifti eru. Eitt nú minakaði Andres Fogh Rasmussen talið av aðalráðum í Danmark úr 21 niður á 18, tá hann tók við í 2001. Tá vóru nøkur ráð løgd saman.
? Hetta er helst ein spurningur til grundlógarnevndina at viðgera, heldur løgmaður, sum tó heldur, at tað meira ella minni átti at ligið fast.
Hóast talan ikki er um sparingar í fyrstu syftu, so sigur Jóannes Eidesgaard, at talan upp á longri sikt verður um sparingar.
? Vit hava so spart tveir landsstýrismenn burtur. Fremsta uppgávan hjá landsstýrismonnum nú verður at spara, tí vit skulu gera eina fíggjarlóg, sum nú stendur til at fáa eitt hall upp á góðar 400 milliónir krónur, sigur løgmaður
Jóannes Eidesgaard harmast um, at starvsfólk í aðalráðunum skulu hava livað í hesi óvissuni, sum hevur valdað, og tí var hetta eitt mál, sum landsstýrið vildi fáa upp á pláss beinanvegin, men sum hann skilir tað, so er alt farið fram í besta forstáilsi.