Tað er rættiligt illveður um at kalla alt landið. Ringast er tó í Suðuroynni, nú hann sigur upp í 50 m/s á Fámjinsvegnum, meðan tað er eitt sindur frægari á Porkerishálsi - upp í 40 m/s í skrivandi stund.
Í Norðoyggjum er eisini er eisini nógvur vindur. Ringast er í Syðradali, har hann sigur upp í 39 m/s. Í Eysturoynni er ringast á Gøtueiði, á Gjáarskari og á Oyndfjarðarvegnum. Har er upp í 34 m/s.
Í Streymoynni er upp í 39 m/s á Norðradalsskarð, meðan hann sigur upp í 30 m/s við Velbastaðháls. Har vesturi er ringast í Mykinesi, har hann sigur upp í 29 m/s, og 27 m/s á Sandavágshálsi. Í Sandoynni er upp í 33 m/s á Brekkuni Stóru.