Tað hevur verið nógv upp og niður hjá gentunum umborð á Firvaldi hjá Froðbinar Sóknar Róðrarfelag.
Á eystanstevnu á Skálafjørðinum var Firvaldur fyrstur á mál, men tá varð hann kolldømdur fyri at hava stýrt skeivt.
So vónaðu tær har suðuri, at tað skuldi eydnast á jóansøku í Vági, men tað eydnaðist akkurát ikki.
Í dag stemmaði alt hjá Firvaldi, sum vann fyri fyrstu ferð í ár. Firvaldur var alla tíðina millum teir fremstu. Teistin av Argjum var fremstur eina løtu, og so vóru tað Drekin hjá Havnar Róðrarfelag og Firvaldur, sum stríddust um oddasessin.
Tað sá út til eina løtu, at Drekin fór at vera tann drúgvari, men so varð ikki. Firvaldur hevði nógv mest sannførandi endaspurtin og vann við tað mesta av einari bátslongd.
Fípan Fagra úr Klaksvík vann sera spennandi kappingina um bronsuplássið.
1 | Firvaldur | 05:27.24 | 7 | ||
2 | Drekin | 05:28.47 | 6 | ||
3 | Fípan Fagra | 05:32.31 | 5 | ||
4 | Frúgvin | 05:32.45 | 4 | ||
5 | Teistin | 05:34.35 | 3 | ||
6 | Jallurin | 05:38.42 | 2 | ||
7 | Rókurin | 05:41.24 | 1 | ||
8 | Falkur | 05:42.13 | 0 | ||
9 | Sílið | 05:43.04 | 0 | ||
10 | Ingibjørg | 05:43.08 | 0 | ||
11 | Spógvin | 05:44.15 | 0 | ||
12 | Ternan | 05:52.34 | 0 | ||
13 | Blikur | 06:22.21 | 0 |