Nú fara føroyskir tónleikarar skjótt at kappast aftur

Tónleikakappingin Sement er fyri bólkar og einstaklingar, har alt slag av tónleiki fær innivist

So verður tónleikakappingin Sement aftur í Reinsarínum í Havn. Áður hevur Sement sett gongd á yrkisleiðina hjá eitt nú Hamferð, Guðrun og Bartal, Konni Kass og JASMIN.

Tónleikakappingin er fyri bólkar og einstaklingar, har alt slag av tónleiki fær innivist. Har er einki aldursmark, og tey luttakandi fáa ein pall og høvi til at framføra í 15 minuttir, har í minsta lagi tveir triðingar av framførsluni skal vera egið tilfar. 

- Tríggir sera skikkaðir dómarar verða til tiltakið og verða hesir avdúkaðir so við og við, og longu nú er fjølbroytta og sera roynda tónlistakvinnan Maria Guttesen avdúkað sum ein av ársins dómarum, skrivar Margarinfabrikkin, sum skipar fyri Sement. 

Innleiðandi umfør vera ávikavist hóskvøldið 25. apríl og fríggjakvøldið 26. apríl. Finalan er so leygarkvøldið 27. apríl.

Høvuðsvinningurin er 3 dagar í Studio Bloch við teknikkara

Til ber at melda seg til kappingina HER.