Nú fara vit undir arbeiðið - men tað verður drúgvt

Onkur uppskot eru um ein avtala við Novo Nordisk um diabetis í Føroyum, skal fevna um

Nú verður farið undir arbeiðið at fáa eina avtalu í lag við Novo Nordisk grunnin um diabetis í Føroyum.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Fyrr í vikuni var hon á kunnandi fundi við Novo Nordisk grunnin um ætlanina hjá grunninum at fara undir virksemi í Føroyum.

Við á ferðini vóru eisini umboð fyri teir tríggjar samgonguflokkarnar, og Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna.

Ætlanin var eisini, at flokkarnir í andstøðu eisini skuldu við, men teir góvu avboð.

Tey, sum vóru við á ferðini, vóru sostatt Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin og Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

 

Les eisini: Miðflokkurin verður ikki við í »avlátsferðini« til Danmarkar

 

Sirið Stenberg sigur, at talan var um ein upplýsandi fund og nú verður so sjøtul settur á at skipa eitt samstarv ímillum føroyska heilsuverkið og Novo Nordisk.

Men landsstýriskvinnan sigur, at talan er um eina drúgva tilgongd.

­– Vit fingu at vita frá Novo Nordisk, at frá tí at partarnir eru samdir um at fara undir eitt samstarv, kann tað ganga eitt ár til tann avtalan formliga er gjørd.

Og frá tí kann tað so aftur ganga eitt ár at fáa greiði á, akkurát hvat avtalan ítøkiliga skal bera í sær, og hvørji ítøkilig mál, hon skal fevna um.

Sirið Stenberg leggur afturat, at avtalan verður ikki bindandi fyri báðar partar, fyrrenn til allar seinast í tilgongdini, tá ið tann ítøkiliga avtalan er skrivað undir.

Sostatt kunnu báðir partar altíð taka seg burtur úr samstarvinum á vegnum.

Sirið Stenberg sigur, at hon hevur boðað diabetisfelagnum í Føroyum frá, hvussu støðan er, og at tað nú verður farið undir at leggja til rættis, hvussu farast skal fram.

– Vit hava fingið at vita, at Novo Nordisk fíggjar ikki vanlig diabetisviðgerð, men tey eru sinnað at stuðla serligum tiltøkum.

Í hesum sambandi hevur verið tosað um at gera eina skipan í Føroyum, har øll, sum eru í serligum vandabólkum fyri at fáa diabetis, verða kannað við tí endamáli at taka neyðug stig at forða fyri at tey fáa sjúkuna.

Sirið Stenberg sigur, at umboðini fyri Novo Nordisk greiddu frá, at tað er hugsandi, at tey kunnu vera við til at stuðla eini slíkari ætlan.

 

Les eisini: Vilja basa álvarsligari sjúku í Føroyum

 

Tey eru eisini sinnað at stuðla granskingarverkætlanum av ymsum slagi - og annars játta tey granskingarstuðul, sama um talan annars er um nakað formligt samstarv annars.

Spurningurin um, hvussu stóra fígging, talan kundi vera um at fáa frá Novo Nordisk til diabetis í Føroyum, og í tí sambandi varð nevnt, at leysliga mett kundi talan vera um einar 5-7 milliónir um árið í tíggju ár, alt eftir, hvussu umfatandi avtalan ímillum Føroyar og Novo Nordisk verður.

Hetta er eitt mál, sum hevur verið eitt rættiligt rumbulsmál í føroyskum politikki hesar síðstu mánaðirnar. Serliga hevur andstøðan í Løgtinginum lagt landsstýriskvinnuna undir at vísa tilboðnum frá sær av tjóðskaparligum orsøkum, tí at talan var um ein danskan grunn.

Hinvegin hevur landsstýriskvinnan hildið fast um, at tey hava ikki víst tað frá sær, og at ætlanin var at taka tað upp.