Nú fer gongd at koma á hjá føroysku vinnuni

? Øll vinnan hevur ligið og bíðað efttir hesum degnum. Men nú stríðið við

?Hesi seinastu tvey árini hevur vinnan mestsum bara bíðað. Men nú má so gongd koma á.

Jan Mortensen, skrivari í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tað hevur stóran týdning, at avtalan um undirgrundarmarkið ímillum Føroyar og Bretland er undirskrivað, tí hann ivast ikki í, at tað fer at seta rættiliga gongd á føroyskt vinnulív.

Hann sigur, at í vinnuni hevur áhugin ikki verið so stórur fyri oljuvinnuni, tí alt hevur drigið út.

? Oljufeløgini hava bíðað eftir avtaluni um markið og vinnan hevur bíðað eftir oljufeløgunum. Og tí er ikki so nógv hent.

? Tó er er nakað hent, tí summi virki hava brúkt bíðitíðina til at menna góðskustýringina, sum er ein avgjørd fortreyt fyri at koma uppí oljvinnuna.

? Fyribils úrslitið er, at eini tvey virki eru ISO góðkend, og fleiri onnur eru um reppið at verða tað.

? Somuleiðis eru tað eisini nógvir einstaklingar, sum fyrireika seg til oljuvinnuna m.a. við at búgva seg út til ymisk størv í oljuvinnuni.

Hvønn beinleiðis týdning avtalan við bretar fær fyri sanstarvið millum Føroyar og Bretland, veit hann ikki rættiliga.

? Føroyskt vinnulív fer helst at finna sínar samstarvsfelagar, har tað er lættast at fáa samstarv, antin tað so verður í Bretlandi ella í Noregi.

? Men helst verður tað báðar vegir, sigur skrivarin í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Annars heldur hann, at ein møgulig komandi oljuvinna fer at hava bæði fyrimunir og vansar við sær fyri føroyskt vinnulív.

? Ein komandi oljuvinna krevur, at vit fara fram við varsemi og at vit hugsað gjølla um hvørt stig, vit taka.

? Tað er púra greitt, at vit standa á einum vegamóti nú.

? Og bera vit okkum rætt at kunnu vit bera so í bandi, at vit fáa ment okkara vinnulív til at verða bæði virkisfúst og fjøltáttað.

? Hinvegin mugu vit ansa gjølla eftir, at vit ikki koma í eina støðu, har oljuvinnan fer at køva alt annað vinnulív.

? Tí tað kann lættliga henda, um vit ikki ansa eftir.

Jan Mortensen sigur, at í løtuni hava vit lítið og onki arbeiðsloysi, í hvussu so er ikki, hvat útbúnum fólki viðvíkur.

? Og stíga vit ikki varliga, kann tað sama henda, sum hendi í Noregi, at oljuvinnan drenar alla aðra vinnu fyri arbeiðsmegi, tí tær klára ikki at kappast ímóti oljuvinnuni.

? Avleiðingin av tí var, at arbeiðsmegi fór at tróta í nógvum vinnugreinum og tað legði hart ógvuliga trýst á lønarlagið.

Jan Mortensen segði, at var eitt fyribrigdi, sum nógvar vinnur í Noregi liðu undir.

Hann sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum vit eiga at taka í álvara frá fyrsta degi.

Hinvegin kann oljuvinnan eisini geva t.d. fiskivinnuni eitt søguligt høvi til at laga seg til samfelagið og tað tilfeingi, vit hava.

? Tað er helst semja um, at arbeiðsorkan í fiskivinnuni er ov stór eftir tí fiski vit hava.

Sostatt kann ein oljuvinna gera ?yvirskots-arbeiðsmegin kann verða flutt frá fiskivinnuni, yvir í oljuvinnuna.

Hann vísir á, at finna vit olju, verður talan um heilt ótrúligar upphæddir fyri eitt so lítið samfelag. Tí er tað eisini avgerandi neyðugt, at vit føra ein sera varnan fíggjarpolitikk, har oljuinntøkurnar ikki fara til nýtslu, men verða settar í grunnar, sum skulu koma føroyska samfelagnum til góðar seinni. Vit mugu ikki enda aftur í áttatiárunum sigur Jan Mortensen.


Øvugtur trupulleiki

Annars ætlar Arbeiðsgevarafelagið sær nú av álvara at fara at arbeiða fyri at fáa eina ?innkeyps-skrivstovu? í Føroyum.

? Tað er ein stovnur, sum heldur eyga við oljufeløgunum og tryggjar, at føroysk virki sleppa upp í part at bjóða allastaðni, har tey kunnu gera seg galdandi, tá ið oljufeløgini bjóða arbeiði ella bíleggja vørur og tænastur.

? Í Noregi løgdu teir serliga dent á uppgávur og bíleggingar yvir eina millión, men tað, sum var undir eina millión, tóku teir ikki so tungt

? Men í Føroyum verður tað helst akkurát øvugt. ? Okkara uppgáva verður at mangan at liða arbeiði og bíleggingar sundur í so smáar eindir at eisini føroysk virki kunnu sleppa upp í part. Og tað kann gott verða ein trupulleiki, tí hinvegin leggja oljufeløgini dent á at bjóða út í so stórum bitum sum gjørligt.

? Men tað er ein trupulleiki, sum vit mugu arbeiða við, sigur Jan Mortensen.