Tey eru blíð, hesi hjúnini, sum taka ímóti ein seinnapart í Klaksvík. Ásla situr og bindur, og Haldor kemur úr garasjuni og setist við borðið í stovuni. Tey búgva á Vágsheygnum í Klaksvík, í somu húsum, tey fluttu inn í fyri 55 árum síðan, tá tey vórðu gift.
- Tað vera 56 ár til jóla. Vit bygdu hesi húsini, og her hava vit trivist væl. Vit hava fittar grannar her, og tá børnini vuksu upp, var grannalagið fult av børnum, greiðir Ásla Johansen frá.
Haldor Johansen er kendur maður í Klaksvík, og serliga er tað góða handalagið, fólk kenna hann fyri. Hann er útbúgvin bygningssnikkari og skipari. Seinast hann taldi upp, hevði hann staðið á odda fyri byggingini av átta húsum. Hann sigldi í nógv ár, sum honum eisini dámdi væl, men hevur til fyri stuttum gjørt fyrifallandi snikkaraarbeiði fyri fólk, hann kennir.
- Tað eru fleiri, ið ringja og biðja meg koma at gera okkurt fyri teir, men eg havi sagt nei við fleiri nú, tí eg klári tað ikki longur. Eg havi fingið tveir blóðtøppar, sum gera at tað ikki riggar so væl at arbeiða. Tað, sum eg nú geri, er at hjálpa synunum, tá teir fáa brúk fyri tí, sigur Haldor Johansen.
Skúli var einki fyri gentur
Haldor fekk ikki minni enn tvær útbúgvingar sum ungur maður. Men konan, Ásla Johansen, fekk onga.
- Tað var soleiðis, tá eg var ung, at eg fekk at vita, at eg skuldi í millumreal, tí tað lá so væl fyri hjá mær. Men heima fekk eg at vita, at skúli var einki fyri gentur, og tí var útbúgving av ongum fyri meg, sigur Ásla.
Hon hevur kortini ikki kett seg øll hesi árini hon hevur gingið heima. Tey bæði eiga níggju børn. Átta dreingir og eina gentu. Gentan hevur seinastu nógvu árini búð í Íslandi, men dreingirnir búgva nakað tættari, í Klaksvík, í Hvannasundi og í Havn. Ommubørnini eru 15 í tali, og eru tey at finna í aldrinum 2 til 35 ár. Onkuntíð hevur tað helst verið ríkiligt at sæð til við níggju børnum í húsunum. Nú eru allir ungarnir floygdir, og tey sita tveyeini eftir á Vágsheygnum.
- Vit sita her, og hyggja upp á hvørt annað, sigur Haldor Johansen og blinkar til konuna.
Bilin í túninum kunnu Ásla og Haldor ikki vera fyri uttan. Tey koyra nógv, og dáma væl at gera túrar til Havnar at vitja børnini, ið hava búsett seg har. Tað er alt vorðið so nógv lættari, nú Norðoyatunnilin er komin, eru tey á einum máli um. Og tá tey seta seg í bilin, er førarin Haldor.
- Eg havi akkurát fingið mítt koyrikort góðkent aftur, so tað var so deiligt, sigur Haldor Johansen.
Gekk av Ánunum at fríggja
Tá børnini vóru smá, hevði Ásla úr at gera við at binda hosur og troyggjur uppá tey. Hon hevur sjálv lært seg at binda.
- Mær dámar væl at seta meg við stokkunum, nú eg havi góða tíð. Eg eri farin frá at binda klæðir uppá børnini til at fáast meir við kunstbinding. Til dømis bindi eg dúkar, sum eg brúki til gávur, sigur Ásla Johansen, og vísir fram ein dúk, hon hevur liggjandi.
Haldor og Ásla eru familjukær fólk, og taka myndir at vísa fram av ommu- og abbabørnum, ið hvørt er fittari enn annað. Tey síggja stórt í teimum smáu, og er tað stórt at verða uppkallaður á gamalsaldri. Tey lívgast rættiliga upp av at tosa um hvat tey plaga at spæla við børnini. Tey skiftast um at taka orðið, og er tað týðiligt, at tey trívast saman. Hóast Haldor ikki setir sær fyri at smíða longur, forðar einki fyri at hann tekur harmonikuna fram. Hon hevur fast pláss á kommoduni undir familjuvegginum. Tað var eisini hon, ið førdi hann til Áslu fyri mongum árum síðan.
- Eg plagdi at spæla til dans í biografsalinum, sum var har, Atlantis er í dag. Og har fann eg Áslu, sigur hann og hyggur uppá hana.
- Tá vóru tíðirnar heilt øðrvísi enn tær eru nú. Tá fór mann í dans klokkan 22, og alt var liðugt klokkan 24, skoytir Ásla uppí.
Tá Haldor so var úti og sigldi, keypti hann henni kjólar úr Noreg, sum enn standa fastir í minninum.
- Eina ferð var eg í dans í einum so vøkrum kjóla, sum hevði so nógvar blómur á, minnist eg. Tá søgdu tey, at Haldor hevði málað tær, sigur hon og flennir.
Haldor er ættaður úr Ánunum, og hon úr Uppsulum, ið er nærhendis har tey bæði búgva í dag. Tey vórðu forlovaði í 1950-51, og tá var eingin bilur.
- Tá plagdi eg at ganga úr Ánunum og niðan í Uppsalar at vitja Áslu.
Pensiónin kundi verið hægri
Tað er friðarligt inni. Tað einasta sum hoyrist er sjónvarpið. Ein frensur býr saman Áslu og Haldor teimum, sum eitur Tom, men hann er onganstaðni at síggja hendan dagin.
Tey eru komin nakað upp í árini nú, men hava ikki hug at klaga um lívið sum pensionistar. Tey klára seg sjálvi, og eru fegin um, at børn og ommu- og abbabørn leggja leiðina framvið av og á.
- Men eg haldi at pensiónin kundi verið hægri. Vit kláraðu okkum betri, tá bara Haldor arbeiddi, enn vit gera nú. Alt er vorðið dýrari, men pensjónin er ikki hækkað. Ja, tíðirnar eru sanniliga broyttar, sigur Ásla.
Hon samanber við tíðina, tá børnini vóru smá og Haldor var nógv burturi. Tá var hann burturi í minsta lagi tíggju vikur í senn, og eingin telefon var. Tá visti mann ongantíð nær hann kundi væntast aftur. Nú sita tey og hyggja uppá hvørt annað, sum tey skemta sær við at siga, koyra biltúrar og hyggja eftir sjónvarpinum.