- Nóg stutt millum borgara og politikara

Føroyingar hava ikki tørv á borgarauppskotum, halda Jacob Vestergaard og Sjúrður Skaale

Føroyskir borgarar hava longu nú góðan møguleika at ávirka dagsskránna og uppskotini í Løgtinginum, og tí er tørvurin á einari borgarauppskotsskipan í Føroyum avmarkaður, meina summir føroyskir politikarar, sum Sosialurin hevur spurt.

 

Les meira um, hvat borgarauppskot er fyri nakað her.

 

 

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, meinar ikki, at ein føroysk skipan við borgarauppskotum er neyðug.

 

- Tað, sum er viktigt í politikki, er, at mann hevur politiska undirtøku. Tað er eingin trupulleiki at fáa onkran í tinginum at leggja eitt uppskot fram fyri seg, um uppskotið hevur undirtøku frá onkrum tinglimi, sigur Jacob Vestergaard.

 

 

Avgerð og ábyrgd mugu fylgjast at

 

Sjúrður Skaale, sum situr á Fólkatingi fyri Javnaðarflokkin, heldur borgarauppskot vera eina góða inngongd til orðaskifti, men sær ein trupulleika í javnvágini millum avgerð og ábyrgd, tá lóggávuinitiativ verður lagt út til veljararnar.

 

- Tað má vera soleiðis í einari skipan, at avgerð og ábyrgd fylgjast at. Tann, sum hevur tikið initiativið til eitt ávíst uppskot, má standa við ábyrgdini. Og hvør hevur so ábyrgdina, um tað er borgarainitiativ? Flokkarnir mugu hyggja eftir, hvørjar avleiðingarnar av einum borgarauppskoti eru, tí tað verður jú teirra ábyrgd allíkavæl. Borgararnir fáa hvørki politiska ella búskaparliga avleiðing av nøkrum sum helst, sigur Sjúrður Skaale. 

 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa meira um borgarauppskot, og hvat føroysku politikararnir halda um at innføra eina líknandi skipan í Føroyum.