Nú gerst ikki meiri

– Har er neyvan nakað at gera

Sirið Stenberg, forkvinna í Lands­stýrismálanevndini ásannar, at tey mugu nok bara góðtaka, at Ann­finn V. Hansen verður kann­ing­ar­stjórin, sum skal kanna leiklutin hjá løg­manni og fyrrverandi lands­stý­r­is­mann­inum í inn­lendismálum, Kára P. Høj­gard í sambandi við Eyst­ur­oy­artunnilin.
Tá ið kanningarstjórin varð settur, var ivi sáddur um gegnið, tí hann hevur ein­a­ferð sitið á Løgtingi fyri Fólkaflokkin eitt stutt skifti sum varamaður.
Kanningarstjórin skal held­ur ikki vera partur í fyri­sit­ing­ini, men Sirið Sten­berg hevur víst á, at hann er formaður í Gjalds­stov­u­ráð­num
Hon heldur, at tað er ó­met­aliga óheppið, at trú­virð­ið verður sett við kann­ing­ar­stjóran, longu áðrenn kann­ingin er byrjað, tí tað kann máa álitið undan úrs­lit­i­num, sama, hvat tað verð­ur.
Sirið Stenberg sigur í morg­un, at hon hevur spurt seg fyri í fyrisitingini hjá Løgtinginum og har hev­ur hon fingið at vita, at kann­ing­ar­stjór­in kann ikki sigast at vera part­ur av fyrisitingini fyri tað um hann situr í Gjalds­stov­u­ráð­num.
Hon vísir eisini á, at Løg­tings­for­mað­ur­in hev­ur heim­ild at seta kann­ing­arstjór­an einsamallur, so har her nokk einki at gera.
Hon sigur, at tá ið ting­mann­inini hjá Tjóðveldi hitt­ist aftur, fara tey at um­røða málið, men sjálv hevur hon ongar vónir um, at tað nú vndst aftur.