Í fjórðingsøld hava vit á hesum stað júkað upp í saman, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit fáa meira burtur úr tilfeingi okkara, so at vit kunnu økja um virðið á okkara høvuðsútflutningsvøru.
Nógvar royndir eru gjørdar. Sumt er eydnast, meðan annað ikki er eydnast í fyrstu atløgu.
Tað var tí hugaligt at hoyra reiðaran í J.F. K. Trol, Hanus Hansen, siga, at ætlanin er ikki, at nýggja skipið skal fiska so nógv meira, hóast bæði maskinorka, spøl og troldekk kunnu fáa nógv fleiri tons í pavnarnar og til verksmiðjuborðini.
Tvørturímóti hevur reiðaríið sett sær fyri at fáa meira til sættis og gera meira burtur úr fiskinum, so sum mest fæst burtur úr hvørjum tonsi.
Skálaberg er eitt prýðiligt skip. Hugsað er bæði um góð arbeiðskor og um góðar umstøður hjá manningini at búleikast í og annars hugna sær í. Hesum hevur onkur hug at glepsa at. ? Men hví skal fiskimaðurin uppi í ísinum ikki hava eins góðar umstøður og heimafólkið? Skipið er jú hansara arbeiðspláss og »annað heim« flestu dagar í ári-num!
Nýggi Skálaberg er dýrur ? út við 170 milliónir kr., og skal leggja 65 milliónir kr. eftir seg árliga. Tað er at vóna, at tað fer at eydnast, og at meira fæst burtur úr hvørjum tonsi.
Reiðaríið hevur sýnt eina hugburðsbroyting, sum má og skal til, um vit skulu økja samfelagsinntøkurnar og byggja upp ein sjálvberandi búskap.