Nýggi blaðstjórin lætta uppgávu

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Eg fari at ynskja Árna Gregersen tillukku og góða eydnu við nýggja starvinum sum blaðstjóri á Dimmalætting. Blaðið hevur havt tungan rakstur seinastu tíðina, og fari eg her at geva nýggja blaðstjóranum 3 ítøkilig ráð, sum fara at venda gongdini:

Gevist við at skriva niðurgerandi um kristnu virðini í samfelagi og fólki okkara.
Gevist við at ganga ørindi fyri máttmiklar bólkar, sum hava heft heitið ”minniluti” á seg sjálvar.
Greið blaðfólkunum frá, at tey eiga at geva rúm fyri øllum sjónarmiðum, og at vera óheft.

Í bestu meining.