Nýggi fiskamarknaðurin til verka

- Hetta má sigast at vera nakað av eini salomoniskari loysn, sum allir partar eftir umstøðunum kunnu liva við og sum framvegis merkir, at allir partar eru við, segði Óli Jacobsen, formaðurin í Fiskimannafelagnum og formaður í Fiskamarknaði Føroya, tá ið hann á landsfundinum umrøddi nýggju uppboðssøluna, sum nú verður sett á kjøl

Fiskivinna

Á landsfundi hjá Føroya Fiskimannafelag greiddi formaðurin, Óli Jacobsen, sum eisini er nevndarformaður í Fiskamarknaði Føroya, frá gongdini at umskipa FMF, sum annars varð settur á stovn í 1992.
- Eftir eina trupla byrjan, hevur Fiskamarknaðurin havt stóran týdning fyri prísásetingina av ráfiski í Føroyum.
Óli segði, at tann prísur, sum hevur verið latin, er tað nærmasta, vit hava verið "røttum" prísum til fiskimenn og skip.
- Upp ímóti helminginum av ráfiskinum hevur árliga verið seldur beinleiðis um Fiskamarknaðin, og prísurin fyri restina av fiskinum hevur verið tengdur at hesum prísum.
Høvuðspartaeigararnir í FMF eru privat virkir innan bæði sølu og keyp av fiski, og aftrat hesum eiga Føroya Fiskimannafelag og Tofta Arbeiðarafelag í felagnum, harav arbeiðarafelagið er størsti parteigarin.

Vinnan eiga

- Fyri nøkrum árum síðan kom fram tað sjónarmið, at tað rættasta hevði verið, um vinnan sjálv átti fiskamarknaðin, og at hon tí eisini hevði ábyrgdina av honum. Mett varð, at hóast keyparar og seljarar eru mótpartar, so skuldu teir í hvussu so er verið samdir um at hava eina so góða søluskipan sum gjørligt, sum grundleggjandi verður bygd á marknaðarbúskap.
Óli segði, at nevndin í FMF hevur tikið undir við hesum sjónarmiði, og nógv uppskot hava verið um, hvussu hetta skuldi skipast.
- Eitt tað seinasta uppskotið var í stuttum, at Fiskamarknaðurin saman við Ráfiskaseljarafelagnum og Ráfiskakeyparafelagnum settu á stovn eitt nýtt partafelag,
sum skuldi standa fyri uppboðssølu av fiski. Harvið kom sølan í
verandi partafelag at verða flutt til tað nýggja. Fiskamarknaðurin skuldi eiga 50% av partapeninginum og helvtina av nevndarumboðanini hjá luttakandi feløgunum.
Óli vísti á, at fyrimunurin við hesum uppskoti hevði verið, at her vildi ein samlað vinna staðið aftan fyri uppboðssølu av fiski, og kundi henda staðið saman fyri at fáa eina so effektiva søluskipan fyri allar partar sum gjørligt.
- Føroya Fiskimannafelag stóð eisini aftan fyri hetta uppskot, sum felagið metti at vera til gagns fyri allar fiskimenn.
Hetta uppskot var til viðgerðar á fleiri eykaaðalfundum, har teir smærru partaeigararnir vóru ímóti. Endin varð tó, at meirilutin av partapeninginum samtykti uppskotið hjá
nevndini.
- Nú skuldi verið greitt hjá øllum pørtum at farið undir samráðingar um, hvussu nýggja felagið skuldi skipast, og her tyktist ikki at vera nøkur serlig ósemja millum partarnar. Semja var hinvegin um, at nú mátti gerast skjótt av fyri at fáa tað, sum tyktist at vera ein semja, sett í verk.
Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið høvdu tá samtykt, at tey undir øllum umstøðum vildu seta egna uppboðssølu á stovn. Men samstundis vildu teir eisini gera eina avtalu um tær reglur, sum í heila tikið skuldu vera galdandi fyri keyp og sølu av fiski í síni heild.
- Hetta var eitt øki, sum annars hevur verið viðgjørt av eini nevnd, sum er sett av Fiskimálaráðnum. Meðan alt hetta fer fram, fer ein størri og størri partur av ráfiskinum óviðgjørdur av
landinum, og talan er um ein meira og meira skipaðan útflutning.
Óli vísti á, at fiskimenn og reiðarar náttúrliga vilja hava hægst møguligan prís fyri fiskin, og er hetta ikki minst átroðkandi, nú
prísirnir annars hava verið so lágir. Men samstundis merkir stóri útflutningurin, at minni og minni verður at gera hjá flakavirkjunum,
og tað hevur so aftur við sær, at arbeiðsfólkini á virkjunum hava
minni og minni arbeiði.
- Hetta kann tykjast at vera eitt óloysiligt mótstríð millum áhugamál. Tað er sum so avmarkað, hvat ið kann gerast, tí tað ber ikki til at seta í verk tiltøk, sum kunnu spenna bein fyri fríu kappingini um fiskin, sum vit hava havt nú í fleiri ár. Tað er hóast alt henni, vit kunnu takka fyri, at prísirnir hava verið so frægir, sum teir hava verið síðan fyrst í nítiárunum.
Óli vísti á, at ósemja millum feløgini endaði við, at Ráfiskaseljarafelagið fyrr í heyst boðaði frá, at teir als ikki vildu vera við til at skipa eina uppboðssølu saman við Ráfiskakeyparafelagnum.
- Harvið var líkt til, at øll ætlanin um eina felags uppboðssølu hjá veiði-og virkisliðnum lá í spønum.

Loysnin

Óli segði, at hóast stóru ósemjuna, sum hevði tikið seg upp, varð kortini arbeitt víðari við at finna ein loysn, sum mátti lagast eftir
nýggju fyritreytunum.
- Úrslitið gjørdist, at stovnað varð eitt nýtt felag at
reka uppboðssølu, har Fiskamarknaðurin og Ráfiskaseljarafelagið eiga 50% í part, og harvið eru javnstillaðir partar. Hvørt av feløgunum eiga tríggjar nevndarlimir við einum óheftum formanni.
Óli segði, at ávirkanin hjá ráfiskakeyparum skal vera gjøgnum upprunafelagið, Fiskamarknaðin Føroya, har ein av partaeigarunum er ráfiskakeypari og eisini nevndarlimur í Ráfiskakeyparafelagnum. Hesin partaeigarin verður ein av nevndarlimunum í nýggja uppboðssølufelagnum. Skuldi hann selt sín part til Ráfiskakeyparafelagið, yvirtekur felagið hesa umboðan.
- Hetta má sigast at vera nakað av eini salomoniskari loysn, sum allir partar eftir umstøðunum kunnu liva við og sum framvegis merkir, at allir partar eru við. Ein samdur eykaaðalfundur í Fiskamarknaði Føroya hevur tikið undir við hesi loysn.
Óli vísti á, at nýggja felagið byrjar sítt virksemi 1. januar 2005, og tíðin síðan stovnanina hevur verið brúkt til at fyrireika virksemi, tí tað eru nógvir smálutir, sum skulu fáast uppá pláss.
- Vit kunnu bert fegnast um, at Fiskimannafelagið hevur kunnað havt ein leiklut í at náa hesi semju, sum skuldi verið til gagns fyri allar partar, segði Óli Jacobsen á landsfundinum.