Nýggi formaðurin hjá Javnaðarflokkinum finnast í dag

Týsdagin verða atkvøðurnar taldar upp frá teimum umleið 52.000 limunum, sum avgera, hvussu nýggi formaðurin hjá danska Javnaðarflokkinum skal eita

Formansval
Marjun Dalsgaard
Mynd: Símin Hansen

Tveir mánaðar langa valstríðið er yvirstaðið, og týskvøldið klokkan 18.45 verður nýggja leiðin hjá gamla danska arbeiðaraflokkinum avdúkað. Um formaðurin fyri Javnaðarflokkin og komandi evni til forsætismálaráðið eitur Frank Jensen ella Helle Thorning-Schmidt verður helst avgerandi fyri, hvørja leið danski Javnaðarflokkurin leggur framyvir.
Tað er trongligt á miðjuni í donskum politikki, men Helle Thorning-Schmidt fer at stýra danska Javnaðarflokkinum beinleiðis inn í hópin av flokkum, ið vilja tekkjast tí breiða veljaraskarðanum.
Orsøkina sigur hon vera, at tey harðast raktu eru ov fá til at atkvøða nakran vinstrahallan Javnaðarflokk til valdið. Heldur vil hon tala til sosialdemokratiska hjarta hjá fleirtalinum av dønum ? tað eru tey, ið hava peningin, ið skal gjalda javnaðin.
Frank Jensen hoyrir til vinstravongin í danska Javnaðarflokkinum ? tann sonevnda ?Auken-vongin? ? og hann hevur undir valstríðnum millum annað roynt at blása lív í aftur gomul hugtøk, sum ?klassakamp?. Av tí sama er hann blivin kallaður ein gamal betonsosialist, men av øðrum røddum eisini samanborin við tann meira tíðarhóskandi sosialdemokratiska forsætismálaráðharran Goran Persson, sum hevur havt eydnu við at leggja kósina til vinstru fyri miðjuna.

Gomul spøkilsir
Endamálið við at hava eitt reint politiskt valstríð var at gera av við høgra-vinstra stríðið í danska Javnaðarflokkinum. Limirnir skuldu nú endaliga gera av, um teir vildu hava flokkin inn á miðjuna ella til vinstru fyri miðjuna. Men hóast ætlanin var, at nýggju valevnini skuldu gera seg heilt leys av gomlu kvartettini, sum hevur stýrt danska Javnaðarflokkinum í 20 ár: Svend Auken, Ritt Bjerregaard, Poul Nyrup Rasmussen og Mogens Lykketoft, hava danir alla tíðina hóma skuggarnar av teimum handan leiktjaldið, og enn hugsa tey flestu um Auken, tá tey síggja Frank Jensen og Nyrup, tá tey síggja Helle Thorning-Schmidt. Ikki minst eftir, at Nyrup á páskum vendi sær til fjølmiðlarnar og skýrdi Frank Jensen ikki-egnaðan sum forsætismálaráðharra.
Frank Jensen vildi ikki hava Svend Auken at stuðla sær alment. Hinvegin hevur gamli formaðurin og forsætismálaráharrin, Anker Jørgensen, sum er sera høgur í metum, sagt, at hann heldur at Frank Jensen er eitt gott boð. Helle Thorning-Schmidt svaraði til tað, at hon hevur stóra virðing fyri Anker Jørgensen, men at hetta nokk var eitt tekin um, at tann politikkurin, sum Frank Jensen hevur ætlanir um at føra, hoyrir heima í 70?unum.

Nýggja lotið
Helle Thorning-Schmidt er nýggja lotið í donskum sosialdemokratisukm politikki. Fýrakantað sæð er hon til sushi og Gucci, meðan Frank Jensen er til búffar og bingo. Helle Thorning-Smith varð skjótt kend fyri sína Gucci tasku og sín yvirklassa stíl. Hon líkist ikki einum gamaldags sosialdemokrati, og hevur av tí sama fingið toyggið bæði av fjølmiðlunum og javnaðarfólki. Tilnøvn sum Gucci Helle og Beauty Boksen fyltu nógv í byrjanini av valstríðnum, meðan Frank Jensen fekk tilnavnið ?Bingoværten?.
Frank Jensen hevur nógvar politiskar royndir. Hann hevur sitið í fólkatinginum í 17 ár, og hevur somuleiðis royndir sum ráðharri. Helle Thorning-Schmidt hevur verið EU-politikari, men hevur ongar royndir innan danskan politikk.
17 árini á tingi kunnu bæði vera ein hjálp og ein forðing hjá Frank Jensen. Nógvu árini sum krúnprinsur og nummar tvey fingu staðfest sín týdning, tá Nyrup segði, at Frank Jensen var ein fínur ráðharri, men ikki er nakar statsleiðari. Hetta hava veljarirnir møguliga havt ein illgruna um, tí ungi politikarin hevur havt allar møguleikar at gerast ein stjørna á politiska himmalinum, men er kortini ikki vorðin tað enn. Haraftrat verður Frank Jensen tengdur at Svend Auken, av tí at hann helt verjutaluna fyri Auken í 1992, tá Nyrup og Lykketoft koppaðu hann, meðan Helle Thorning-Schmidt ikki er eins synonym við nakran av teimum stóru gomlu í flokkinum.

Nýtt og gamalt
Helle Thorning-Schmidt tykist kunna geva Javnaðarflokkinum nakað nýtt, meðan Frank Jensen er ein mynd av tí gamla, ið ikki riggaði. Hann hevur sagt, at um Thorning-Schmidt vinnur, tekur hann seg úr politikki fyri at sleppa undan tí gamla innanhýsis stríðnum í flokkinum. Tískil verður tað helst eitt endaligt farvæl til ta gomlu sosialdemokratisku leiðina, um Thorning-Schmidt fær flest atkvøður í týsdagin. Eitt nú hevur Thorning-Schmidt sagt, at eftirlønin, ið annars er ein heilag kúgv hjá javnaðarflokkinum, skal avtakast fyri tey, ið ikki er fylt 40 í dag. Tað merkir broytingar, ið merkjast um 20 ár. Hetta evnið er so eymt, at sjálvt ikki borgarliga stjórnin hjá Fogh vil tosa um at avtaka eftirlønina hjá teimum undir 40. Hetta vil Frank Jensen sjálvsagt heldur ikki hoyra tala um. Hann vil hinvegin avtaka fría valið av heimarøkt, meðan Thorning-Schmidt heldur, at tað skal vera upp til tær einstøku kommunurnar, um tær vilja bjóða borgarunum frítt val millum kommunalar tænastur og privatar.

MYND AV HELLE

Helle Thorning-Schmidt

Helle Thorning-Schmidt er 38 ár.
Útbúgvin cand.scient.pol. (samfelagsfrøði) á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1994 og gjørdist somuleiðis kandidatur í evropeiskum studium við Lærda Háskúlanum í Brügge i 1993.
1994-97 var hon leiðari fyri donsku sosialdemokratarnar í Europaparlamentinum.
1997-99 altjóða ráðgevi í LO.
1999-2004 limur í Europaparlamentinum.
2005 vald inn í fólkatingið.
Helle Thorning-Smith er uppvaksin í Ishøj hjá mammuni, ið var einlig. Hon hevur tvey børn og er gift Stephen Kinnock, ið er sonur Neil Kinnock, fyrrverandi formannin fyri enska Javnaðarflokkin, Labour.


MYND av FRANK

Frank Jensen

Frank Jensen er 43 ár.
Útbúgvin cand.oecon. við Lærda háskúlan í Aalborg í 1986
1986 arbeiðsmarknaðargranskari á Lærda Háskúlanum í Aalborg
1987 valdur á ting. Hevur verið fólkatingslimur í 17 ár.
1994-96 granskingarráðharri og løgmálaráðharri til november 2001.
Frank Jensen er føddur og uppvaksin í Ulsted, í norðurjútlandi og hevur fingið sosialdemokratisku hugsjónina inn við móðurmjólkini, sum sonur at fyrrverandi sosialdemokratiska borgarstjóranum, Kjeld Jensen.