Landsdystur
- Eg haldi ikki, at vit stóðu so øgiliga langt afturi á vøllinum, men teir sluppu at renna eitt lítið sindur for langt við bóltinum, helt føroyski liðskiparin, Óli Johannesen, tá vit beint eftir dystin fingu orðið á hann.
Hann var tó samdur í, at føroyska liðið í ov lítlan mun megnaði at skapa nakað niðan eftir vøllinum, men hinvegin helt hann, at hetta komst av stóra trýstinum, sum slovenar løgdu á okkara menn.
- Vit koma slettis ikki við í spælið. Vanliga megna vit altíð at spæla okkum fram til nakrar møguleikar, men tað gjørdu vit ongan tíð í dag, og tað kunnu vit ikki vera nøgdir um.
- Einastu løtuna, sum vit fingu spælið at rigga so dánt, var fyrsta løtan av seinna hálvleiki, men tað er ov lítið.
Metmaður
Annars var dysturin leygardagin hin 55. hjá Óla Johannesen á landsliðnum, og hetta merkir, at tvørámaðurin nú eigur dystarmetið í altjóða høpi.
Spurdur, um hetta var nakað, sum hann hugsaði um undan dystinum, svaraði Óli, at okkurt hevði hann hugsað.
- Kanska serliga í døgunum upp til dystin, hugsaði eg um tað, og sjálvandi frøddist eg um, at eg havi havt høvi at spælt so nógvar dystir, men tá vit so vóru komnir á vøllin, var alt hetta burtur.
Og Óli dylir ikki fyri, at hann so avgjørt ikki roknar við, at hetta verður seinasti dystur hansara fyri landsliðið. Verjuspælarar halda sær vanliga hampuliga væl, hóast teir eru komnir upp í árini, og enn er Óli so ikki farin um tey tríati, so møguleiki skuldi verið fyri hampuliga nógvum dystum afturat.
- Eg ætli mær so í øllum førum at halda fram, so leingi sum eg havi møguleikan til tess, so eg vóni, at har verða nakrir dystir afturat, sigur Óli Johannesen um hetta seinasta.