Nýggir dómarar í nevndina

Fríggjakvøldið hevði dómarafelagið aðalfund, har tveir av trimum nevndarlimum vórðu skiftir út

 

Dómarar


Árligi aðalfundurin hjá dómarafelagnum var á Hotel Føroyum fríggjakvøldið, og eftir øllum at døma var talan um ein sera friðirligan fung.

Einastu málini av týdningi vóru val av nevnd og níggju reglurnar fyri fíggjarlgu samsýningini til dómararnar, og hesi vórðu viðgjørd í sátt og semju.

Nýggju reglurnar hjá FSF áseta ikki, hvussu nógv dómararnir skulu hava fyri at døma dystirnar, men ístaðin skulu FSF og dómarafelagið áseta samsýningina á hvørjum ári.

Í løtuni er eitt uppskot til komandi kappingarár á tekniborðinum hjá FSF, og dómarafelagið viðgjørdi sum so ikki hetta uppskotið konkret, men tosaðu limirnir ístaðin um, hvussu farast skal fram í hesum máli.


Nýggir nevndarlimir

Úrslitið av nevndarvalinum, sum eisini var á fundinum, var, at tveir nýggir dómaar komu inn í trímannanevndina. Hans F. Hansen, sum hevur verið formaður hetta skeiðið, og Tummas Pauli Olsen ynsktu ikki at stilla upp til afturval, og í teirra stað vórðu Erling Eysturoy úr HB og Petur Hansen úr LÍF valdir.

Nevndin hevur enn ikki skipað seg, so tá blaðið fór til prentingar, var enn ikki greitt, hvør fer at verða formaður komandi ár. Umframt teir báðar situr Lassin Isaksen úr KÍ eisini í nevndini, og tað verður so millum hesar, at formaðurin skal finnast.

Leygardagin høvdu dómararnir so skeið, har linjurnar fyri komandi kappingarár vórðu stungnar í kortið, og heldur ikki her eru nakrar stórvegis broytingar á veg, skilst av fundarluttakarunum, sum alt í alt høvdu eitt heilt friðarligt vikuskifti.