Nýggir nevndarlimir og viðtøkubroytingar í Føroya Banka

Á ársaðalfundinum hjá Føroya Banka á Hotel Føroyum í gjár vórðu Jens Erik Christensen og Eyðhild Skaalum vald í nevndina fyri Jóhannus Egholm Hansen og Høgna Hansen Jóhan Páll Joensen og Graham D. Stewart vórðu afturvaldir, og Sigmar Jacobsen og Olav Enomoto halda fram sum starvsfólkavaldir nevndarlimir. Nevndin skipar seg á komandi nevndarfundi.

Ársaðalfundurin samtykti at broyta viðtøkurnar um atkvøðurætt í Føroya Banka.

Higartil hevur hvørt partabræv givið eina atkvøðu á aðalfundinum, men nú áseta viðtøkurnar, at uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum í bankanum, kann hann fyri egin partabrøv ella fulltrúi fyri aðrar partaeigarar ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 prosent av partapeninginum.

Henda viðtøkubroyting er gjørd í samsvari við løgtingssamtyktina frá 2. mai 2006, sum miðar eftir, at Føroya Banki eftir einskiljingina verður varðveittur sum ein sjálvstøðugur vinnuligur aktørur í Føroyum.

Viðtøkurnar fyri nevndarval vórðu eisini broyttar. Aðalfundurin kann nú velja millum fýra og seks limir í nevndina, og aldurshámarkið fyri nevndarlimir er 70 ár. Frammanundan kundi aðalfundurin velja fýra nevndarlimir, og aldurshámarkið var 67 ár. Starvsfólkini velja framvegis tveir nevndarlimir.

Aðalfundurin góðtók annars bæði ársroknskapin og ársfrágreiðingina.