Á aðalfundinum í Føroya Sparikassa fyri góðari viku síðani, varð upplýst, at Sparikassin hevur fingið tveir nýggjar partaeigarar, sum hvør sær eiga eitt prosent ella meira av partapeninginum. Nýggju eigararnir eru P/F 14, ið er felagið, sum í mong ár átti Tórshavnar Skipasmiðju, og íslendski sparikassin, Spron.
Orsøkin til, at hetta varð upplýst, var, at partaeigarar, sum eiga eitt prosent ella meira hava rætt at velja sær ein lim í umboðsráðið. Hesum møguleika tók P/F 14 av, og hevur felagið valt Kjartan Mohr úr Havn í umboðsráðið.