Jákup og Jan hava fingið lyfti um, at Agurk sendingin kann halda fram. Hon verður tó nakað broytt framyvir, men ein nýggj stuttfilmakapping verður í næstum útskrivað.
Hesuferð er ætlanin, at filmarnir skulu vera millum 5 og 8 minuttir. Enn eru endaligu treytirnar ikki fastlagdar, men avgjørt er, at kappingin verður í heyst, so luttakarar hava møguleika at nýta summarið at filma í.
Ætlanin hjá Agurk-vertunum er eisini at flætta Agurk inn í næsta AME-showið, sum verður um tvey ár. Tað skal vera undir heitinum »Besta sjónbandalag«.
Hugsanin er, at møguligir luttakarar til ta kappingina skulu gera eitt sjónbandalag til ein føroyskan sang. Tað kundi møguliga verið gjørt við at samarbeiða við ein av aktuellu prix bólkunum tá. Ella við at nýta eitt gamalt føroyskt lag.
Sagt varð, at um ikki AME vil lata eina virðisløn fyri besta føroyska sjónbandalag, so fara vertirnir í Agurk at gera tað.