Nýggj, broytt útgáva komin

SKÚLABÓKAÚTGÁVA
Tíðindaskriv

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið Skygni 8. Støddfrøði út av nýggjum. Stórar broytingar og dagføringar eru gjørdar frá fyrru útgávuni av Skygni 8. Tíggju høvuðsevni verða viðgjørd. Eitt høvuðsevni er nýtt, og tað er brot, sum verður viðgjørt í tveimum sjálvstøðugum kapitlum.
Til hvørt kapittul eru tvær støðuroyndir, blandaðar uppgávur, grønar og bláar síður, virkni við avritssíðum. Við teimum grønu og bláu síðunum ber til at laga undirvísingina til næmingin.
Tað eru teir báðir Mortan Dalsgarð og Edvard Olsen, sum hava staðið fyri nýggju útgávuni. Grafik Studio hevur gjørt uppsetingina, og Hestprent hevur havt satsgerðina og prentumsitingina um hendur.
Skúlabókagrunnurin hevur eisini givið út Orðabók og Lærarahefti til Skygni 8. Orðabókin er ein handbók til næmingarnar við frágreiðingum um orð, heiti og evni, ið hoyra til støddfrøðina í 8. flokki. Í læraraheftinum, sum er í ringbindi, eru leiðbeiningar, støðuroyndir, avritssíður og svarlistar.
Skygni 8 er 289 blaðsíður og kostar 240 kr. Orðabókin er 54 síður og kosta 36 kr. Læraraheftið er 123 síður og fæst fyri 100 kr.