Nýggj føroysk søgn

Søgnin um sigursteinin hjá ravninum hevur givið íblástur til nýggja barnabók, sum Bergur Rasmussen hevur skrivað


Bergur Rasmussen dugir annað enn at týða Harry Potter. Eftir mong ár sum fastur týðari hjá Bókadeildini roynir hann seg nú sjálvur sum rithøvundur við bókini Sigursteinurin.

Við sær hevur hann unga myndprýðaran Silju Strøm, sum gongur á listaskúla í Skotlandi og hevur lagt stórt arbeiði í at gera øðrvísi, spennandi myndir til bókina.


Grundað á gamla søgn

Í bókini Sigursteinurin, sum er grundað á gomlu søgnina um sigursteinin hjá ravninum, hittast gentan Erla og vætturin Sópikinn.

Erla hoyrir okkurt skav aftan fyri seg og vendir sær á: ”Har stóð eitt grátt skepilsi á gólvinum framman fyri skápinum. Erla hvein. Gráa skepilsið stakk uppfrá og vendi sær kvikliga…”

Sópikinn er úti í týðandi ørindum, og Erla er ein meinbogi á vegnum, so hann má taka eina skjóta avgerð, hvat gerast skal við gentuna.

Nógv stuttligt og spennandi spyrst burturúr sambandinum millum vætturin og gentuna ella millum tað forniska og nútíðina. Vit fara ikki at avdúka, hvat hendir, men lata lesarar sjálvar fara eina øðrvísi ferð saman við Sópikinni.

Bókin er eisini sera væl egnað sum upplestrarbók í hesum myrku, hugnaligu tíðum frammanundan jólum.

Sigursteinurin er 148 bls., myndprýðingarnar eru í litum.