Enn eitt farmaskip er keypt til føroyska handilsflotan.
Reiðaríið Frakt og Sand í Runavík hevur keypt eitt 3.400 tons farmaskip úr Týsklandi. Talan er um farmaskipið »Anna Marie«, sum er 82,45 x 12,70 metrar til støddar. Skipið er bygt í 1996 og hevur ein MaK 2175 hk høvuðsmotor. Tað er í Germanisher Lloyds klassa. Skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum skipaði fyri søluni úr Týsklandi.
MARETEC skipaði somuleiðis fyri søluni av 1200 tons sjálvlossaranum »Valborg«, sum Sandgrevstur í Fuglafirði keypti í síðsta mánað.