Nýggj fiskirættindi fyri hundraðtals milliónir

Føroyingar kunnu næsta ár fiska umleið 62000 tons av rossamakreli í Stillahavinum, sum hevur eitt virði upp á einar 300 milliónir krónur.

Hetta skrivar Uttanríkisráðið í tíðindaskrivi í morgun:

- Tað er ikki á hvørjum degi, at Føroyar tryggja sær nýggj fiskirættindi fyri hundraðtals mió kr. Tí eiga vit at fegnast um hetta úrslit, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, í tíðíndaskrivinum, nú samráðingarnar um fiskirættindi í Stillahavinum júst eru loknar.

Nú eru samráðingarnar lidnar at seta á stovn ein millumtjóða felagsskap, ið skal býta fiskiríkidømið í syðra partinum av Stillahavinum. Hetta hendi um vikuskiftið í Auckland, Ný Sælandi, har Uttanríkisráðið hevur tingast við hini 27 londini, ið kanna sær fiskirættindi í hesum stóra øki.

Partarnir eru komnir ásamt um ein sáttmála, ið skal seta á stovn henda felagsskap. Stovnsetandi sáttmálin verður opin fyri undirritan í fyrru hálvu komandi ár, og Føroyar gerast ein av pørtunum í hesum sáttmála.

Føroyingar hava árliga fiskað umleið 30.000 tons av rossamakreli í hesum øki, og partarnir eru eisini vorðnir samdir um, hvussu nógv lond framyvir fáa loyvi at fiska. Talan hevur verið um drúgvar og sera truplar samráðingar, men eftir átta samráðingarumfør eru partarnir loksins komnir á mál.

Uttanríkisráðharrin er væl nøgdur við úrslitið av samráðingunum:

- Vit fáa nú loyvi at fiska 62.000 tons av rossamakreli í 2010, og hetta er dupult so nógv sum vit áður hava fiskað. Virðið á hesum fiskirættindum svarar til einar 300 mió. kr. um árið í dagsins prísum, og tað kemur væl við, nú tað sansar at alla staðni. Tað er ikki á hvørjum degi, at vit vinna okkum fiskirættindi fyri hundratals mió kr, og tískil kunnu allir føroyingar fegnast um hetta góða úrslitið, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri.

Felagsskapurin fer at nevnast South Pacific Regional Fisheries Management Organization (SPRFMO). Høvuðsuppgávan hjá felagsskapinum verður at regulera samlaða veiðutrýstið í økinum og at býta fiskirættindini millum londini. Sostatt fer felagsskapurin at virka á líknandi hátt sum eitt nú NAFO og NEAFC, sum vit kenna frá okkara leiðum.

Uttanríkisráðið sigur, at Felagsskapurin fer at umsita heimsins størsta fiskiøki í altjóða sjógvi. Eitt havøki, ið strekkur frá markinum við 200 fjórðingar á allari Suðuramerikansku strondini og vestur til 200 fjórðingamarkið hjá londunum í Fjareystri og Ný Sælandi