Hanus Johansen er ein av okkara best umtóktu tónlistamonnum. Eisini er hann eitt av dyggastu umboðum Føroya uttanfyri landoddarnar, har hann er høgt mettur. Serstakliga í Norðurlndum hevur Hanus vakt ans við síni sermerktu rødd, lagsmíði og útstráling á palli og á baki hevur hann hundraðtals konsertir í Føroyum og í útlondum.
Nú verður arbeitt við at geva út fløgu við upptøkum frá konsertunum, sum Hanus hevði við klassiska bólkinum Aldubáruni í fjør. Hóast væl dámdur, so er ikki so nógv til taks á plátu ella fløgu, sum Hanus hevur latið úr hondum. Bert ein útgáva ber navn hansara. Tað er plátan frá 1988, har Hanus setti løg til og sang yrkingar eftir Pól F.
Hanus syngur tó á fleiri útgávum og eigur eisini løg á fleiri útgávum hjá øðrum. T.d. eigur hann okkurt, ið Steintór Rasmussen hevur givið út og somuleiðis okkurt, ið er á fløguni hjá Jógvani Andrias Joensen. Eisini syngur Hanus á nøkrum av Frændur útgávunum, á Springs (1989), á Hinumegin Ringvegin hjá Kára p. og á barnafløgunum Nósi (1984), Syng bara við (1985).
Hanus og Aldubáran
Orsøkin til nýggju útgávuna við Hanusi finna vit í, at ein frálíkur møguleiki stak seg upp, tá Hanus í 1999 hevði konsertir saman við Aldubáruni.
Hetta voru konsertir við útsetingum av løgum, sum Hanus hevur sett til føroysk orð eftir m.a. Rikard Long, Bernhard Brim, T.N.Djuurhus og Poul F. Joensen. Tað var so tónleikabólkurin Aldubáran, sum spældi undir til sang og guitarspæl hjá Hanusi. Konsertirnar eyðnaðust so væl, at øll samdust um at endurtaka tiltakið í februar 2000. Eisini vóru tónleikararnir
samdir um at taka konsertirnar uppá band, fyri at royna at fáa til vega dygdargott tilfar til eina konsertfløguútgávu.
Í døgunum 3. til 6. februar 2000 vóru so upptøkur gjørdar av aðalroynd, tveimum konsertum, umframt eykaupptøkur aftaná seinastu konsertina.
Hanus og tónleikararnir hava redigerað upptøkurnar, sum eru sera spennandi, og hóska sera væl til almenna útgávu.
Plátufelagið Tutl hevur boðið seg fram sum útgávufelag. Hetta inniber útbreiðslu bæði í Føroyum og í útlondum. Tutl metir, at ein fløguætlan sum tann hjá Hanusi og Aldubáruni, má sigast at verða just ein sergrein innan virkið hjá TUTL, tá hugsað verður um innihald av bæði fólkatónleiki og klassiskum tónleiki, og hóast at her er talan um sera viðkomandi og lættan tónleik, so er hetta avgjørt nýskapandi.
Á føðingardegnum
Nýggja útgávan hevur fingið stuðul frá Mentunargrunni Føroya Løgtings og øðrum við, men høvuðsstuðul er Formula Føroyar.
Útgávudagur er ásettur. Hesin verður tann 18. juni. Hesin dagur er samstundis føðingardagur tónlistamansins. Hanus fyllir í ár runt, nevniliga 50 ár, so útgevarar hildu vera hóskandi at halda dagin við nýggjari útgávu, ið fær heitið Bouquet.