Nýggj frisørsalong á Ternuryggi

Mánadagin 6. november letur ein nýgg frisørsalong upp á Ternuryggi í Havn. Talan er um salongina “b’chic salong”, sum Irena Bech hevur sett á stovn

Í hesum sambandi verður móttøka leygardagin 4. november frá kl. 15-18 í nýinnrættaðu hølunum hjá “b’chic salong” á Sundsvegi 20. B’chic merkir: at verða smartur ella fiksur. Salongin er í sama bygningi sum Ternubúðin.
 
Irena er útbúgvin frisør. Hon lærdu hjá salong Tótu og var útlærd í 2000. Síðan hevur hon arbeitt sum frisør, bæði í Keypmannahavn og í Havn.
 
Irena sigur, at “b’chic salong” er einasta salong í grannalagnum, og hon leggur stóran dent á at kundarnir fáa eina góða tænastu í hugnaligum umhvørvi. Til dømis vaskar hon hár við massagu til kropp og hárbotn.
 
Saman við frisørvirkseminum selur hon eisini produktini: Alterna, Tigi og American Crew. Alterna fæst einans hjá tveimum frisørum í Klaksvík og hjá “b’chic salong” í Havn. Alterna er eitt produkt, sum verður nýtt av nógvum kendum persónum er sera væl dámt í Danmark, sigur Irena, og leggur afturat at hon frá 6.-11. november hevur nøkur sera góð upplatingartilboð. “b’chic salong” hevur telefon 318 318