Heilsukrøvini siga, at ein kloakk í minsta lagi skal renna ein metur undir vatnskorpuna, men sum tað er nú, rennur kloakkin í Kúrdali oman fyri yvirflatuna á sjónum. Tað bæði sæst og luktar illa í Kúrdali av kloakkini. Tískil hevur Tórshavnar Kommuna valt at gjørt eina nýggja kloakkleið.
Nýggja kloakkleiðin hjá Tórshavnar Kommunu fer at renna gjøgnum ein tunnil, sum í næstum verður gjørdur. Tunnilin fer at verða 100 metrar til longdar, og tunnilsmunnin fer at verða átta metrar undir vatnskorpuni:
- Nýggja kloakkleiðin fer at verða sera snøgg, og eingin fer at leggja nakað til merkis. So hon verður bæði góð fyri umhvørvi og heilsuna, sigur Ronald Poulsen, verkfrøðingur hjá Tórshavnar Kommunu.
Tað verður byggifelagið, J&K Petersen, sum skal gera kloakkina við maskinum úr Norra. Tunnilin verður liðugur um sjey vikur og fer at kosta 2,5 milliónir krónur, váttar Ronald Poulsen.