Nýggj lánsbrøv

Landsstýrið gevur nú nýggj lánsbrøv út. Samlaða upphæddin á hesum er hálvonnur milliard

24. november 2003 gevur Føroya Landsstýri út nýggj lánsbrøv. Lánsbrøvini verða í trimum ymiskum røðum, við ymiskari lánstíð og rentu. Upphæddin er tilsamans 1.500 mió kr:

1.2003/2004: 750 mió kr 1 ára lánsbræv, áljóðandi renta 2%
2.2003/2006:375 mió kr 3 ára lánsbræv, áljóðandi renta 3,5%
3.2003/2008:375 mió kr 5 ára lánsbræv, áljóðandi renta 4,25%

Útgivnu lánsbrøvini skulu partvís nýtast til at endurfíggja verandi lánsbrøv, 300 mió kr, sum falla til gjaldingar 11. desember 2003, og restin, 1.200 mió kr, til framskundaða afturgjalding av láni frá danska statinum. Umframt nevndu 1.200 mió kr, verða 500 mió kr somuleiðis afturrindaðar statinum av tøka gjaldførinum, soleiðis at afturgjaldingin verður 1.700 mió kr.

Lánsbrøvini verða noterað á Kauphøll Íslands hf og útgivin á virðisbrævamiðstøðini VP í Danmark.

Landsbanki Føroya og Nordea Bank fyriskipa lánsbrævaútgávuna, og Føroya Sparikassi og Kaupthing Føroyar eru með-fyriskiparar.

Lánsbrøvini verða seld í Føroyum og uttanlands, og endaligi kursurin verður ásettur mikudagin 19. november.

Prospekt um lánsbrævaútgávuna er tøkt á heimasíðuni hjá Landsbanka Føroya: www.landsbank.fo.


Skuld landskassans
Aftaná framskundaðu afturgjaldingina verður skuld landskassans munandi broytt, og niðanfyri sæst samansetingin áðrenn og aftaná umfíggingina:

Mió krÁðrenn umfíggingAftaná umfígging

Danski Staturin (1998-2018)3.3511.651
Danski Staturin (2018) *)500500
Lánsbrøv3001.500
Onnur skuld102102
Tilsamans4.2533.753

*) Kr. 500 mió er lán, sum er partur av avtaluni við donsku stjórnina frá 1998. Lánið er rentu- og avdráttarfrítt til 2018, tá tað fellur til gjaldingar ella fellur burtur, alt eftir um kolvetnisframleiðsla til ta tíð fer fram í føroysku undirgrundini.