Nýggj ljóð í Hoyvíkar kirkju

- Við hesi samanseting kunnu vit finna fram til nýggj ljóð, siga tríggjar kvinnur, sum fara at hava konsert í Hoyvíkar kirkju í annaðkvøld.

Týskvøldið 28. juni klokkan 19.30 hevur Trio Ovis konsert í Hoyvíkar kirkju.

 

Kristina Thede Johansen úr Hoyvík á spælir saxofon, Maria Wang Reinert úr Kaldbak spælir tá trombone, og Sofie Brems Sørensen úr Viborg spælir á trompet.

 

Tær tríggjar fara at framføra norðurlendskan tónleik, sum Edvard Grieg, Carl Nielsen, okkara egni, Hans Jacob Højgaard og onnur hava gjørt.

Allar ganga tær á Det Jyske Musikkonservatorium í Århuus, og tær eru júst lidnar við fjórða hálvárið. Tað serstaka við Trio Ovis er blandingin av træblásara- og messingljóðførum.

 

- Vit kunnu við hesi nýggju samanseting finna fram til nýggj ljóð, og vit arbeiða við at finna okkara egnu livandi ljómaløg.

 

Tær siga, at Trio Ovis gevur áhoyrarunum eina heilt øðrvísi uppliving enn vanligt, og tær eru ógviliga áhugaðar at røkka út til ein breiðari áhoyraraskara við sínum tónleiki.

 

Konsertin í Hoyvíkar kirkju verður tann fyrsta av trimum kirkjukonsertum hjá Trio Ovis í Føroyum, umframt at tær fara at spæla á Summartónum.

 

- Eins og øll onnur tiltøk í Hoyvíkar kirkju, er konsertin týskvøldið ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga tey, sum standa aftan fyri konserttiltakið í annaðkvøld.